Leys størv

Ritstjóri til Bókadeildina, tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi

Bókadeild Føroya Lærarafelags søkir eftir ritstjóra at arbeiða hálva tíð fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi at byrja 2. januar og alt 2021.

Starvið fevnir um fjølbroyttar uppgávur á forlagnum. Høvuðsuppgávurnar eru at ritstjórna upprunaføroyskar og týddar bøkur til útgávu, og stórur partur av hesum arbeiðnum er at rættlesa.

Til starvið krevst:

Viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir
Stórur áhugi og vitan um bókmentir, serliga barna- og ungdómsbøkur
Sera góðir málsligir førleikar at arbeiða við teksti og at rættlesa
At tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samskiftir opið og væl við onnur

Løn og setanartreytir eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran á Bókadeildini á tlf. 235772 ella á nielsjakup@bfl.fo

Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum skal vera Bókadeildini í hendi 30. november 2020:

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Postrúm
FO-110 Tórshavn
Ella senda til nielsjakup@bfl.fo

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Les meira á www.bfl.fo.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.