Tíðindi

Ov nógv børn við trupulleikum, sum eingin sær

- Ávaringarklokkurnar eiga at ringja, tá ið børn eru nógv burtur úr skúlanum, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil, barna- og undirvísingarmálaráðharri

29.11.2019

Hvussu frávera hjá næmingum í fólkaskúlanum í Danmark verður skrásett, er ymiskt frá skúla til skúla og kommunu til kommunu. Tað er eisini misjavnt, hvat verður skilt sum nógv frávera, og somuleiðis, nær frávera verður uppdagað. Talan kann eisini vera um fráveru, sum foreldur ikki hava grundgivið fyri ella givið skúlunum boð um.

- Alt ov nógv børn hava trupulleikar, sum eingin varnast. Tað kunnu vera stórir trupulleikar í familjuni hjá barninum, trupulleikar, sum eingin kennir. Men eitt barometur er, sum greitt vísir á børn, sum ikki hava tað gott, og tað er fráveran hjá teimum í skúlanum. Tí skulu ávaringarklokkurnar ringja, tá ið børn eru nógv burtur úr skúlanum, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Í yvirlýsingini, sum danska Kenslumálaráðið júst hevur sent út, ber til at lesa, hvussu nýggju ásetingarnar um skráseting av fráveru eiga at verða settar í verk. Við skipaðu skrásetingini av fráveru verður størri gjøgnumskygni, og tað fer at gera tað møguligt at gera nakað við fráveruna, áðrenn hon verður ov stór. Reglurnar skulu samstundis tryggja, at skúlarnir kring alt landið skráseta á sama hátt. Nýggja kunngerðin nágreinar umframt, nær frávera er lóglig, og nær hon er ólóglig. Sjúkrafrávera umframt frávera orsakað av tarni av einum ella øðrum slagi og líknandi er ikki ólóglig.

1. august í ár komu reglurnar í gildi um, at skúlastjórin skal boða kommunufyrisitingini frá, tá fráveran hjá einum næmingi fer upp um 15 prosent í einum ársfjórðing. Hetta er nú nágreinað í kunngerð.

- Vit skulu ikki bara lata eyguni aftur, tá børn hava tað trupult. Kommunurnar hava nú møguleika fyri at síggja tey børn og ung, sum tær áður ikki hava verið í sambandi við. Eins og kommunufyrisitingin nú kann gera eitthvørt, tá ið fráveran verður stór, kann barnið og familjan fáa hjálp frá gjøgnum eina barnasakkøna kanning ella samrøðu við sernámsfrøðiliga ráðgeving. Hetta fer at gera, at børn, sum hava foreldur við sálarfrøðiligum trupulleikum, misnýtslu ella øðrum trupulleikum fáa betri hjálp, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil.

Kenslumálaráðið í Danmark fer undir at nágreina og vegleiða um fyribyrgjandi arbeiði, serliga tá ið talan er um, hvat kann verða gjørt við fráveru, eisini tá ið hon er minni enn 15 prosent. Skipað skráseting og fráboðanir um fráveru gera tað møguligt hjá kommunum at síggja fráveru nógv fyrr enn áður.

Nýggja kunngerðin um skráseting av fráveru í fólkaskúlanum kemur í gildi 1. januar 2020.

Kelda: uvm.dk

-


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.