Tíðindi/Greinar

14. juli 2017

Ov nógv tíðaravmarkað størv

Ongar formligar forðingar eru fyri, at landsstýriskvinnan í mentamálum í flestu førum kann loysa málið um fastar starvssetanir innan fólkaskúlan við umskipan og broyttum mannagongdum innan egna fyrisiting. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarar venda sær tíðum til Lærarafelagið at siga frá, at tey fleiri ár á rað hava verið í tíðaravmarkaðum starvi. Dømi er um lærarar, sum í 15 ár hava verið í tíðaravmarkaðum starvi. Tað er serliga um mánaðarskiftið mai juni, at lærarar venda sær til felagið, tí tá er setanin úti, og hesi skulu, hvør í sínum lag, søkja starv av nýggjum. Umframt ótryggleikan og vansarnar av tíðaravmarkaðari setan, so kenna fleiri lærarar tað niðurgerandi (setanarnevndir og skúlaleiðarar halda tað sama) at skulu til setanarsamrøðu um sama starv ár um ár.

Men eitt er at hava ein varhuga, annað er at hava eitt greitt yvirlit. Nógv hagtøl eru illa atkomulig ella slett ikki til. Harumframt hevur Lærarafelagið royndir av, at Mentamálaráðið treyðugt útflýggjar tøl.

Í oktobur í fjør fór ein starvslærlingur vegna Lærarafelagið undir at kanna viðurskifti viðvíkjandi tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum. Talið av tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum er, sambært tølum hjá Mentamálaráðnum, sera høgt. Tølini eru ikki útgreinað, og tí ber ikki til neyvt at siga, hvat orsøkirnar til mongu tíðaravmarkaðu størvini eru.

Vanligastu orsøkirnar til tíðaravmarkað størv eru, at starvsfólk eru í sjúkra- ella í barnsburðarfarloyvi og farloyvi annars. Tá lærarayrkið í stóran mun er eitt kvinnuyrki, so eru barnsburðarfaloyvi væntandi lutfalsliga nógv. Tølini vísa eisini, at tíðaravmarkaðu størvini eru lutfalsliga fleiri í smáu skúlunum við færri enn 100 næmingum enn í miðal og stóru skúlunum. Hetta hongur eyðvitað saman við, at smærri lækkingar í barnatalinum kunnu broyta skúlabygnaðin og gera stóran mun í starvsfólkahópinum. Men tá øll fyrivarni eru tikin, so er talið av tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum framvegis óneyðuga høgt.

Við støði í tølunum orðaði Lærarafelagið í mars í ár skriv til Mentamálaráðið, at gera vart við óhollu støðuna. Í skrivinum var víst á, at vit í Føroyum mangla lógir og fyriskipanir viðvíkjandi tíðaravmarkaðum setanum, men eisini at Mentamálaráðið, sum er, hevur møguleika at broyta verandi støðu. Í skrivinum varð m.a. sagt, at tað eru ongar formligar forðingar fyri, at landsstýriskvinnan í mentamálum í flestu førum kann loysa málið um fastar starvssetanir innan fólkaskúlan við umskipan og broyttum mannagongdum innan egna fyrisiting. Tað er lønarstovan hjá Mentamálaráðnum, sum í fyrsta umfari tekur avgerð um býtið millum fastar og tíðaravmarkaðar setanir. Sum yvirskipaður myndugleiki kann landsstýrismaðurin geva skúlaleiðarunum boð um, at lutfallið millum fastar og tíðaravmarkaðar setanir skal broytast. Landsstýriskvinnan kann sostatt loysa partar av málinum her og nú.

Eftir øllum at døma hava tey í Mentamálaráðnum umhugsað støðuna, tí í apríl sendi Mentamálaráðið út fráboðan um, at 39 føst størv fóru at verða lýst leys til komandi skúlaár. Talan er sjálvandi ikki um nýggj størv, men um størv, har lærarar eru farnir frá við eftirløn ella størv, sum frammanundan hava verið tíðaravmarkað. Hetta er at fegnast um.

Í seinni grein verður komið inn á manglandi lógir og fyriskipanir viðvíkjandi tíðaravmarkaðum størvum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan