Tíðindi

Okur mugu hava vitan, skulu okur megna at hjálpa

8. mai helt Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag.

12.05.2021

Tað kenst gott, endiliga at kunna vera saman við tykkum og at samskifta við tykkum á annan hátt enn bert á ópersónliga telduskíggjanum.

Takk fyri, at tykur hava boðið mær at halda røðu her í dag og kunna greiða eitt sindur frá nøkrum av ætlanunum á fólkaskúlaøkinum.

Men lat meg fyrst av øllum byrja við at siga tykkum eina sanna søgu, sum eg upplivdi nú ein dagin.

Søgan er um pápa mín og ein av aldrandi vinmonnum hansara
Tá vakstrarforumfundur, sum tað so fínt eitur, var á Hotel Føroyum fyri trimum vikum síðani, vitjaði je eisini pápa og onnur av ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri. Hesi vóru á vitjan norðanfjørðs og búðu á hotellinum við tí vakra útsýninum.

Tey høvdu búð har í tvær nætur. Pápi, ið er 95 ára gamalur og púra klárur, búði í rúmi saman við einum góðum vinmanni gjøgnum alt lívið. Hesin man vera umleið níti, er ættaður úr Vági, men var lærari á Tvøroyri alt sítt lív.

Tá eg møtti starvsfókunum, søgdu tey mær flennandi frá, hvussu vinur pápa hendan morgunin hevði ”betrúð” seg fyri teimum.

Hann hevði sagt teimum, hvussu illa Dánjal var fyri.

- Støðan er hættislig og mangan verri, enn tit vita, segði hann teimum.

- Tað er snøgt sagt onki skil á honum.

Hetta hevði vinmaðurin funnið útav hesar báðar næturnar, teir høvdu verið saman. Hann hevði eygleitt pápa og m.a. heft seg við svarini, hesin gav, tá hann varð spurdur.

Spurdur nærri sló hann avgjørdur fast, at "Danjal er so illa fyri, at okkurt má gerast her og nú!”

"Je haldi," segði hann, "at onkur tykra má beinanvegin fara at tosa við foreldrini hjá honum.”

Er hetta ikki ein fantastisk søga?

Meira tú hugsar um hana, meira varnast tú, at hon í grundini hevur so nógv løg í sær.

Hon vísir okun í fyrsta lagi, hvussu ringt tað er at taka lærarayrkið og læraraábyrgdina frá einum gomlum lærara - eisini sjálvt um hesin er farin um tey níti. Einaferð lærari - altíð lærari!

Men tað er eisini ein søga um sanna umsorgan; at brýggja seg um hvønn annan og at vilja hjálpa.

Tað kundi eisini verið ein moralur um, hvussu okor stillisliga eiga at siga frá á røttum stað, tá okor varnast okkurt, sum ikki er, sum tað eigur. Ella um hvussu týdningarmikið tað er, at okor fáa foreldrini við, so øll draga somu línu viðvíkjandi børnunum.

Men okor kunnu við hesi søguni eisini verða mint á, hvussu ofta okor halda okum hava púra rætt um eitt mál - altso rætt uttan at ivast - og tað so vísir seg, at tað eru okor, sum hava misskilt okkurt. At tað faktiskt eru okor, ið eru á skeivari leið.

Trivnaður
Hesari støðuni - at handla út frá skeivum grundarlagi - vil eg gera alt fyri at sleppa undan, tá tað kemur til okra ungu, okra skúlabørn. Her má ikki handlast út frá skeivum fortreytum, vit mugu vera púra sannførd um, hví okor gera tað, okur gera, so tiltøkini kunnu gera bestan mun.

Tí hava okur m.a. gjørt av at seta í verk trivnaðarkanningar á skúlunum annaðhvørt ár frameftir. Okur mugu vita, hvussu næmingarnir hava tað. Tí trívast børnini ikki, hava tey tað ikki gott - ja, so læra tey heldur ikki. Og so er í grundini nærum líkamikið, hvat annað okur gera.

Og fyri veruliga at gera mun á hesum økinum hava okur jú eisini nýliga sett ein trivnaðarráðgeva. Tað er, sum óivað øll vita, Tóra Petersen, sálarfrøðingur, sum nú er tøk hjá øllum skúlum í Føroyum at sparra við og heita á, um tykur hava tørv á tí.

At fáa ein trivnaðarráðgeva knýttan at fólkaskúlaøkinum meti eg vera eitt sera stórt frambrot.

Kanska er tað tí eg sjálvur gekk í ein skúla, har trivnaður ikki varð tikin upp á tungu, men har happing hinvegin var gerandisdagur. Tað ynski eg ikki, at nakað barn skal uppliva. Tí hevur tað so stóran týdning fyri meg - í grundini næstan størstan týdning - at okur kunnu tryggja børnum okra eina trygga og góða skúlatíð. Tey brúka jú so stóran part av barna- og ungdómsárunum sínum í skúlunum.

Tykur vita eisini, óivað betur enn eg, at tað eru fleiri børn, sum ikki hava tað gott heima.

Orsakið, kanska troytti eg onkran tykkara við at nevna tað einaferð enn, men tað er so týdningarmikið, at skúlin kann vera eitt, ja kanska einasta friðskjólið og trygga staðið fyri hesi børn. Staðið, har tey fáa loyvi at útfolda seg, fáa frið at mennast, at finna hvílu, møta umsorgan og kærleika.

Sálarheilsan
Venda okur aftur til vinmannin hjá pabba, so var hann bekymraður og stúrin. Hann staðfesti, at støðan var ikki góð. At okkurt bagdi. At okkurt mátti gerast. Vininum tørvaði hjálp.

Tað sama kunnu okur siga um sálarheilsuna hjá føroyskum næmingunum - serliga á miðnámi. Mong teirra hava tað ikki gott; tað er staðfest við fleiri kanningum. Tey siga frá sálarkvøl, strongd, skúlaaftran og øðrum, tey stríðast við. Talið av næmingum, sum stríðast, er vaksandi. Tað má takast í álvara.

Norðurlendsk gransking hevur víst, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgving, og at tað merkir, at hesi eru í øktum vanda fyri at koma at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar

Men fyri at staðfesta júst, hvør og hvar trupulleikin er, so okur ikki, sum vinmaðurin hjá pabba, handla út frá skeivum fortreytum, hava okur sett ein bólk at kanna, hvussu okur kunnu veita okra ungu neyðugu hjálpina. Hvar kunnu okur gera mun. Hvussu kunnu okur tryggja, at færri detta niðurímillum.

En fortreyt fyri at hetta arbeiðið skal eydnast er neyv samskipan og samstarv millum avvarðandi ráð, í hesum føri Uttanríkis- og mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.

Arbeiðið hjá bólkinum byggir á undanfarin arbeiði á økinum. Og arbeiðssetningurin er m.a.:

At lýsa snávingarsteinar ella forðingar í skipanunum, sum viðvirka til, at ung í hesum málbólki ikki gjøgnumføra ætlaðu útbúgvingina
At gera ítøkilig uppskot um, hvar skal setast inn fyri at tryggja, at næmingarnir verða hjálptir betri
At lýsa, um tørvur er á nýggjum tilboðum, og hvørji hesi kundu verið?

Í hesum bólkinum eru viðkomandi og vælkvalifiserað fólk umboðandi m.o. undirvísingarstýrið, psykiatriska depilin, sernám og almannaverkið - íalt 11 umboð, øll serkøn innan heilsu og skúla. Frágreiðingin verður vónandi liðug um ein knappan mánað.

Ætlanin er sjálvandi, óneyðugt at siga, at loysa teir trupulleikar, sum tey finna og vísa á.

Men hví sigi eg hetta við tykkum? Tit arbeiða jú í fólkaskúlanum, her er talan um miðnám.

Tað er tí, at okur hava heitt á hendan bólkin um eisini at kanna fólkaskúlaøkið væl vitandi, at møguligu trupulleikarnir jú neyvan byrja, tá tey koma á miðnám - men í flestu førum mennast yvir tíð.

Bólkurin hevur játtað at halda fram, tá tey eru liðug við miðnámsskúlaøkið. Tá fara tey í gongd við at kortleggja trupulleikar og finna loysnir og átøk á fólkaskúlaøkinum, væntandi eftir summarfritíðina.

Okur mugu hava vitan, skulu okur megna at hjálpa.

Fólkaskúlalógin og fólkaskúlaráðið
Um fáar vikur vænti eg at arbeiðið við at endurskoða fólkaskúlalógina er byrjað. Fá munnu tey vera, sum ikki halda at tørvur er á eini grundleggjandi endurskoðan og dagføring. Í hesum sambandi havi eg tikið avgerð um at skipa ein bólk, sum skal endurskoða økið, og eg havi heitt á Fólkaskúlaráðið um at koma við einum tilmæli um, hvussu hetta kann skipast, m.a. hvørjir tættir skulu takast við í arbeiði.

Nógv verður tosað um tíma- og lærugreinabýtið í fólkaskúlanum, um býtið millum tær hugvísindaligu og náttúruvísindaligu lærugreinarnar er tað rætta, og um tær handaligu og skapandi lærugreinarnar hava nóg stóra rúmd í skúlanum.

Allar kanningar vísa jú, at kreativu lærugreinarnar bæði stuðla og stimbra undir læringina í teimum bókligu fakunum. Og tá okur vita hetta - tað er jú prógvað við fleiri granskingum - eiga okur at gera neyðugar broytingar.

Hartil kemur, at seinastu 15-20 árini er støðugt lagt afturat tímatalinum við tí úrsliti, at føroyskir næmingar í dag hava fleiri tímar um vikuna enn næmingar í flestu grannalondum okkara. Tí verður eitt av endamálunum við arbeiðinum at fáa staðfest, hvussu tímatalið í fólkaskúlanum kann minkast.

Ætlanin er at hava endurnýggjaðu fólkaskúlalógina klára til skúlaársbyrjan í 2022, so arbeiðast skal rímiliga skjótt. Men eg eri bjartskygdur um, at við hjálp frá okkum øllum fer tað at eydnast.

Sum nevnt verður arbeiði m.a. grundað á tilmæli frá Fólkaskúlaráðnum, sum nú er farið at virka - og sum eisini virkar sera væl. Har sita fólk við ymiskum førleikum, sum m.a. ráðgeva mær í spurningum, sum viðvíkja fólkaskúlaøkinum.

Eg havi so seint sum í fyrradagin fingið seinasta tilmæli teirra, og havi ikki enn havt stundir at nærlesa tað ella viðgjørt tað neyvari í ráðnum. Men eg kann siga so mikið, at talan er um eitt sera væl frágingið arbeiði, við nógvum áhugaverdum tankum og ráðum.

KT-økið
Lat meg líka nevna KT-økið, sum fer at fáa eina neyðuga yvirháling nú, alt sum tað er. Løgtingið hevur júst samtykt eina KT-heildarætlan, ein ætlan fyri 40 milliónir kr., sum skal mennast komandi fýra árini, og sum verður hin sama fyri alt skúlaverkið, frá forskúla til endaligu próvtøkuna.

Tað er bæði gott og neyðugt, at hetta so týdningarmikla økið í lívinum hjá okum øllum, nú eisini verður uppstigað og dagført, á ein hátt sum sømir seg, innan skúlagátt okkara.

Hetta er í tøkum tíma, og fer m.a. at økja um KT- og dátutrygdina í undirvísingargeiranum, betra um samskiftismøguleikar millum skúla, fakfólk, næmingar og foreldur, beina burtur dupultarbeiði, bæði í fyrisitingini á skúlum, hjá myndugleikum og hjá næmingum o.m.a.

Meting av starvstørvi og NÁD
Mest týðandi parturin av at stýra og seta mál snýr seg ikki bert um framtíðina, men eins nógv um fortíðina - hvar koma okur frá - og um nútíðina - hvar eru okur beint nú.

Ein skipari kann ikki seta kósina og vænta at náa einari ávísari havn, veit hann ikki, hvar hann er staddur, og hvaðani hann kemur.

Skulu okur stýra við skili - skulu okur vita, hvat er skilabest at gera - ja, so mugu okur vera púra ivaleys um, hvør verandi støða er. Hvar okur eru.

Tí var eg glaður fyri samstarvið, sum okur fingu í lag við Búskaparráðið um at kanna, hvørjum størvum okur fara at hava brúk fyri frameftir. Tey gjørdu eitt stórt arbeiði við at kortleggja verandi støðu og gongdina seinastu árini.

29. apríl legði formaðurin, Heri á Rógvi, eykafrágreiðing teirra fram - og úrslitið læt ongan iva vera um, at okur noyðast at hálsa um. Okur noyðast at vera meira tilvitað um, hvat virði okur leggja í ymisku útbúgvingarnar. Hvussu okur umrøða tær. Og hvat okur eggja børnunum til.

Seinastu árini hevur tað verið ein ósagdur hugburður, at studentar og akademikarar hava tær "røttu" útbúgvingarnar, meðan tað til dømis ikki er líka høgt í metum at útbúgva seg til røktarstarvsfólk, námsfrøðing ella handverkara.

Men hetta má broytast! Tað má leggjast niður í børnini, longu meðan tey eru smá, at okur ikki øll partú skulu vera akademikarar. Her mugu okur hava foreldrini við, so eisini tey síggja virði í útbúgvingum, sum ikki eita "cand" til fornavn.

Annars blása okur bara meiri vind í seglini á hesum farinum, sum í løtuni tykist stevna skeivan veg - og um fá ár siglir á land, um ikki okur fáa broytt kósina.

Hetta, at meta um støðuna fyri at rætta kósina, er eisini ein partur av Bologneavtaluni fyri Fróðskaparsetrið.

Tí skal Námsvísindadeildin, har allir okra lærarar leita sær útbúgving, kannast í næstum.

Tað verða tríggir uttanveltaðir serfrøðingar – valdir uttan fyri Føroyar - sum skulu kanna støðið á m.ø. læraraútbúgvingini og á Námsvísindadeildini, sum heild. Tann kanningin fer at verða okum ein hent kumpass, tá nýggj mál skulu setast í kortið fyri hesa deildina.

Hetta prinsippið um, at okur skulu vita, hvat okur gera og hví, um okur ynskja at gera okkurt munagott, er eisini støði undir teimum broytingum og teirri menning, sum vit nú síggja í lærugreinini “føroyskt sum annaðmál”.

Tað er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at kortleggja verandi støðu. Á ta grundina byggja okur nú námsætlanir, undirvísingartilfar - og ikki minst ta nýggju eftirútbúgvingina í føroyskum sum annaðmál, sum byrjar í september, og sum fer at geva tykum lærarum nøkur góð amboð og lyfta undirvísingina fyri hesi mongu børnini, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.

Góðu lærarar!

Eg vil at enda takka tykkum! Fyri tann góða munin tykur gera í lívinum hjá hvørjum einstøkum barni. Fyri tann mátan tykur ábyrgdarfult røkja starvið og fyri tann álvaran tykur leggja í tykra uppgávu.

Harafturat fyri tað áhaldandi íkastið tykur lata samfelagsliga kjakinum, hvørjaferð okkurt, ið snýr seg um tykra øki, stingur seg upp. Tykur eru íðin og fakliga errin - og tað er gott.

Eg veit, at tykra arbeiði dagliga verður vigað á ymsum vektum. Í Mentamálaráðnum. Í politisku skipanini. Í fjølmiðlunum. Og so ikki um at tala, hvussu tykur og tykra arbeiði verða vigað runt døgurðaborðini allastaðni, har skúlabørn búgva.

Í so máta minnir tað nokk eitt sindur um at vera politikari. Øll hava eina hugsan um, hvat man ger, men ikki minst, hvat man burdi gjørt.

Lat meg sum tað seinasta venda aftur til fitta og vælmeinandi læraran, vinmannin hjá pabba. Tí tað, sum hann gjørdi, er vert at eftirfylgja, haldi eg, sjálvt um hann vísti seg at hava misskilt støðuna eitt sindur.

Men hann eygleiddi við vælvilja - og royndi so at fáa samstarv í lag við tey, sum kundu hjálpa til við at lofta og loysa trupulleikan.

Hann kundi flent og gjørt gjøldur - ella ilskast. Hann kundi klagað á skeivum stað. Men hann visti, sum var, at besta loysnin er, um øll í felag draga somu línu og siðiliga og saman arbeiða fram ímóti sama máli.

Tá koma okur longst.

Og tað haldi eg skal vera moralurin, sum okur taka við okum frá gamla og fitta læraranum, sum arbeiddi í skúlanum á Tvøroyri alt sítt lív.

Takk fyri - og góðan aðalfund øll somul!

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.