Tíðindi/Greinar

05.01.2023

Nýtt samgonguskjal við møguleikum fyri broyting

Tað er altíð áhugavert og ikki sørt spennandi, tá ið nýtt samgonguskjal verður skrivað. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit hava roynt at gera okkara, soleiðis at fólkaskúlin kom í miðdepilin, nú løgtingsval var, og nýtt samgonguskjal var ávegis. Tí er tað eisini gleðiligt, at fólkaskúlin verður nevndur í samgonguskjalinum.

Hvørjar broytingar fyrst liggja okkum í huga, verður helst ávirkað av arbeiðsumstøðunum, vit arbeiða undir. Á stóru skúlunum er ein av avbjóðingunum floksstøddin, og á smærri skúlum er tað helst okkurt annað, ið liggur sum fyrsta ynski, tá ið vit hugsa um broytingar í fólkaskúlanum. Hóast tað, so hava vit helst í øllum skúlum næmingar, ið vit ynskja broyttar umstøður fyri. Vit, sum eru um næmingarnar dagliga, vita oftast, hvat hevði verið ein góð loysn, ella hvussu vit við betri umstøðum kundu loyst ymiskar trupulleikar. Tó eru tað alt ov nógvir næmingar, ið ikki fáa best møguligu skúlagongdina.

Í 2019 var skúlin eisini við í samgonguskjalinum. Tað vórðu onkrar ábøtur gjørdar á skúlaøkinum, treyðugt so. Eins og í nýggjasta samgonguskjalinum, so vóru eisini í 2019 ætlanir um at bøta um avbjóðingina við floksstøddini. Tá var orðingin: “Tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í sambandi við m. a. floksstødd, serøkið og starvsfólkaviðurskifti.” Hvørjar tillagingar og dygdargóðar broytingar viðvíkjandi næmingatalinum í flokkunum eru gjørdar, er trupult at fáa eyga á, helst tí at hetta arbeiðið ikki er komið á mál.

Hesaferð er orðingin: ”Vit vilja stytta skúladagin, endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki.”

Við at stytta skúladagin gerst tað møguligt at lækka næmingatalið í flokkunum, samstundis sum tað gerst møguligt at styrkja tvílæraraskipanina. Tað er eingin loyna, at eg persónliga ikki eri sannførd um, at ein styttri skúladagur av sær sjálvum er ein betri skúladagur. Tó eri eg ikki í iva um, at um vit hava færri næmingar, so verður tað munandi lættari at stuðla einstaka næminginum, soleiðis at næmingurin fær eina munandi betri undirvísing.

Tað er gleðiligt at síggja, at man frá politiskari síðu ynskir at betra um umstøðurnar hjá skúlanæmingunum. Og kortini kann tað kennast hugtungt, tá ið somu ætlanir koma í fylgjandi samgonguskjøl, uttan at hetta hevur havt ta ávirkan, sum ætlanin var, tá ið samgonguskjalið varð skrivað. Vónandi fer arbeiðið við at broyta og menna skúlaskipanina í gongd sum skjótast, soleiðis at vit, sum arbeiða á økinum, veruliga hava eina kenslu av, at tað, sum verður sett í eitt samgonguskjal, eisini er tað, ið arbeitt verður fram ímóti.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan