Tíðindi

Nýtt og spennandi tilfar um sjófeingi

Næmingar í 6. flokki skulu vita meir um okkara høvuðsvinnur og evnini, ið knýta seg at hesum. Umvegis nýggjan portal fáa næmingarnir frálæru í dálking, vistfrøðiskipanum, náttúruavbjóðingum og heilsugóðum kosti.

24.09.2021

Undir yvirskriftunum ‘fiskivinna’, ‘alivinna’, ‘framleiðsla av fiskavørum’, ‘fiski- og alivinnan í Føroyum og heimshøpi’, ‘umhvørvisávirkan’, ‘vitan og burðardygd’, ‘heilsugóður matur’ og ‘heimsmálini’ verða næmingar í fólkaskúlanum leiddir gjøgnum evni, sum hava við sjófeingi at gera. Hetta verður møguligt við spildurnýggja portalinum sjófeingi.fo, sum er mentur til frálæru í 6. flokki.

Tilfarið er talgilt og ment í samstarvi millum Nám og Tøkni. Síðani komu Tøkni og Sjókovin ásamt um, at Sjókovin gjørdist partur av arbeiðinum við at veita tilfar. Ætlanin er, at portalurin skal nýtast í lærugreinunum náttúra og tøkni og heimkunnleika.

- Hetta er tilfar, sum hevur manglað í fólkaskúlanum, og tí er hetta kærkomið til júst hesar lærugreinar. Umhvørvismál sum dálking, burðardygd, matoyðsl o.a. seta í alt størri mun dagsskránna, og tað er okkara skylda sum stovnur at fáa til vega upplýsandi tilfar um evnið til okkara næmingar, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi.

Undir hvørjum evni er frálærutilfarið skipað sum bakgrundsvitan, spurningar og uppgávur av ymsum slagi við teksti, talvum, myndum og filmum.

- Tilfarið er fjølbroytt við teksti, uppgávum av ymiskum slagi, flokspráti, fleirvalauppgávum, skrivligum spurningum, filmum og myndum. Í onkrum uppgávum arbeiða næmingar við viðkomandi hagtølum frá Hagstovuni viðvíkjandi útflutningi av høvuðsvinnuni, løntakarum og so framvegis, greiðir Rannvá Hansen frá, ið hevur verið ritstjóri á Sjófeingi.fo.

Við teimum átta evnunum á síðuni hava allir partar roynt at komið runt í øllum viðkomandi evnum, ið knýta seg at okkara høvuðsvinnum. Soleiðis verður nomið við so ymisk evni undir høvuðsevnunum sum hagreiðing, útgerð, tann søguliga partin, umhvørvi, heimsmál, umframt at tvær uppskriftir við fiski eru at finna, sum eru ætlaðar til næmingarnar at royna í sambandi við undirvísingina. At enda er ein virkisvitjan partur av undirvísingini, sum skal ítøkiliggera frálæruna.

Á einum føroyakorti eru  markørar fyri skip, fyritøkur og alifirðir í Føroyum. Við at klikkja teg inn á ikonini, verður tú sum brúkari leiddur til heimasíðuna hjá hesum, har til dømis til ber at síggja, hvar skipið er, hvat skipini fiska, fakta um skipið og so framvegis.

- Síðan knýtir til heimasíður hjá fyritøkum, har til ber at fáa meir at vita um fyritøkur og skip. Tað hevur verið ein uppgáva at avmarka okkum, og her hava vit hildið okkum til tær fyritøkur, sum í mestan mun veita tænastur til fiski- og alivinnuna og soleiðis eru viðkomandi fyri evnið.

Sjófeingi.fo fevnir um bakgrundstilfar, uppgávur og vegleiðingar. Arbeiðið við portalinum er skipað soleiðis, at Sjókovin hevur staðið fyri tí innihaldsliga partinum, Nám hevur staðið fyri ritstjórnan av tilfarinum, og Tøkni hevur ment tøkniliga partin av verkætlanini.

Verkætlanin hevur kostað 300.000 krónur, og hon er fíggjað av Bakkafrost. Tað var Bakkafrost, sum av fyrstan tíð vendi sær til Nám við fyrispurningi um samstarv um frálærutilfar um burðardygd. Hóast samstørv millum vinnu og almennan stovn kann tykjast óvanligt, er einki óvanligt í hesum, um vit hyggja til okkara grannalond og kendar verkætlanir haðani. Vit kunnu nevna LEGO Education, A. P. Møller fonden og Arla Food, sum øll hava verið virkin við at stuðla framleiðslu av undirvísingartilfari og verkætlanum til skúlar.

- So leingi Nám sum almennur stovnur tryggjar sær ritstjórnarrættin, kann eitt tílíkt samstarv vera til gagns fyri allar partar, sigur Eyðun Gaard.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.