Tíðindi

Nýggjur háttur at síggja børn við autismu

- Grundleggjandi hava øll, sum hava autismu, somu trupulleikar, siga Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, autismuráðgevar.

16.04.2018

Tey, ið varða av fólki við autismu, og fakfólk, ið eru serkøn innan autismu, vita, at autismuspektrið er ógvuliga breitt. Tað spennir frá barninum, sum er gløggari enn fólk flest, til barnið, sum er menningartarnað. Autismustigin, sum hevur verið galdandi til fyri stuttum, býtir tey við autismu upp í ein stiga, sum er infantil autisma, atypiska autisma og Asperger-syndrom. Nýggi autismustigin fer burtur frá hesum og mátar í staðin, hvussu autistiskt barnið er samanborið við, hvussu intelligent tað er.

- Tað ber væl til at vera ógvuliga intelligentur, men kortini vera ógvuliga autistiskur, og øvut kanst tú vera djúpt menningartarnaður og lítið autistiskur, siga Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, autismuráðgevar.

Nýggi stigin at síggja tey við autismu er lættari at hava við at gera, tá ið talan er um at geva teimum við autismu hjálpina, teimum tørvar, halda tær.

- Grundleggjandi hava øll, sum hava autismu, somu trupulleikar; tey, sum vit fyrr hava nevnt at hava Asperger-syndrom, eru mangan verri fyri, kanska tí tey eru meiri tilvitað um sína støðu, samanborið við tey, sum hava menningartarn, ið ikki hugsa so nógv um sína støðu at vera øðrvísi. Tey, ið hava Asperger, líða ofta av angist og fáa tunglyndi, og tað hongur saman við, at tey ikki skilja tað, sum fram rundan um tey, sigur Anja Djurhuus.

Autismuráðgevarnir eru partur av Teirri góðu tilgongdini, sum er royndarverkætlan í almannaverkinum. Tann góða tilgongdin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra, serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikarnar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað. Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøði hevur verið tikið í familjuni, heldur enn myndugleikunum. 

Les samrøðu við autismuráðgevarnar í Skúlablað nr 1, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.