Tíðindi

Nýggi skúlagarðurin leggur upp til rørslu

Tá ið nýggi Skúlin á Fløtum verður tikin í nýtslu í komandi skúlaári fáa næmingar skúlans eisini ein spildurnýggjan skúlagarð, har møguleiki er fyri fjølbroyttum virksemi. Skúlablaðið hevur prátað við skúlastjóran, Regin Marnersson

04.02.2020

Nógv orka og fígging er løgd í skúlagarðin í nýggja skúlanum á Fløtum, sum skal takast í nýtslu í august. Pláss er fyri 850 næmingum í nýggja skúlanum, og tað setir eisini krøv til uttandura viðurskiftini.

Útiøkið hjá næmingunum er skipað á tann hátt, at tað leggur upp til, at næmingarnir skulu røra seg. Fjølbroyttir møguleikar eru fyri, hvat næmingarnir kunnu gera í fríkorterinum.

-Grundstykkið hjá nýggja skúlanum er deiliga stórt. Vit hava ovmikið av plássi rundan um allan skúlan, og tað gevur okkum møguleikan at skipa ymsu økini ymiskt.
- Økið norðan fyri skúlan er meira náttúrukent. Har verður plantað ein lítil viðarlund, har verða gøtur, ein tjørn og ymsir skúrar, sum eru gjørdir til fakið náttúra og tøkni – vatn og vask og arbeiði við mold er í teimum skúrunum, sigur skúlastjórin.

Økið sunnan fyri skúlan er í størri mun sett av til bóltspæl.

- Sunnanfyri verður ein FIFA-vøllur til fótbólt og so ein minni vøllur til onnur bóltspøl – kurvabólt ella okkurt líknandi. Eitt nokk so stórt øki er eisini sett av til eitt spælipláss, sum skal líkjast tí niðri í Grasagarði, har tað er gummiasfalt, trampolinir og annað. Suðursíðan er gummiasfalt við ymiskum, eitt øki til bóltspøl, og so verður eisini eitt øki til eina hellu eins og tann, sum er í gamla Kommunuskúlagarðinum í dag, sigur Regin Marnersson.

Nýggi skúlin fer eisini at hava nakað so sjáldsamt sum eina rennibreyt rundan um skúlan.

- Ein rennibreyt verður rundan um skúlan. Tá ein hevur runnið eitt umfar um breytina, so hevur ein runnið 500 metrar. Meiningin er, at tað skal koma rennibreytslag á breytina. Tað verða tvær rásir á breytini, sigur Regin Marnersson.

Skúlastjórin gleðist um skúlagarðin, sum er í væntu, men leggur eisini áherðslu á, at enn skal nógv gerast, áðrenn skúlagarðurin stendur liðugur.

- Onki av hesum, ið skal koma, er komið á økið í skrivandi stund (30. januar, blðm.). So leingi sum, at onki er bygt, so er tað bert ein tanki, men ætlanin er sjálvandi at byggja alt hetta. Tað grøna økið norðanfyri er gamaní gjørt, og grús er lagt á rennibreytina, men gummiasfaltið manglar. Sunnanfyri er framvegis bert eitt byggiøki. Arbeiðsskúrar, stálgoymsla, trægoymsla og annað er alt framvegis á hesum økinum. Ein vegur til skúlan er eiheldur gjørdur enn.

Tann 15. august í ár skulu leiðsla, lærarar og næmingar inn í nýggja skúlan, og tá skal útiøkið eftir ætlan vera liðugt.

- Meiningin er, at alt skal verða liðugt, tá skúlaárið 2020/2021 byrjar. Allar tíðarætlanir, sum eru almennar og eg sjálvur havi innlit í, siga, at alt verður liðugt í august 2020. Men tað verður ikki meira enn akkurát liðugt. Tað er so ongin kjansur fyri, at alt t.d. stendur klárt í juni, men kanska tað verður liðugt áðrenn ólavsøku, sigur Regin Marnersson.

Umstøðurnar hjá næmingum uttan fyri flokshølið verða í dag raðfestar meira enn fyrr. Eitt av aðalmálunum við uttandura viðurskiftunum í Skúlanum á Fløtum er, at næmingarnir av sær sjálvum fara at røra seg.

- Nógvir aðrir skúlar hava ein stóran, fýrakantaðan skúlagarð, sum er asfalteraður og hevur eitt mál í hvørjum enda. Tað vil siga, at øll, sum skulu út, meira ella minni skulu út at sparka. Tað vilja vit ikki við okkara skúlagarði. Tað er blivið alment viðurkent, at tað er ov skallut at byggja ein nýggjan skúla og hava gloymt skúlagarðin – ella enn verri, hava spart hann burtur í seinastu løtu, tí pengar vantaðu.
- Frá byrjan var tað ein raðfesting, at rørsla var nakað, sum alt projektið legði upp til. Vit fáa ikki rørslu uttan at hugsa um uttanduraøkið. Rørsla í skúlagarðinum verður natúrlig, tí uttanduraøkið er gjøgnumhugsað frá byrjan av, sigur Regin Marnersson.

Meira verður at lesa um uttandura viðurskiftini í nýggja skúlanum á Fløtum í Skúlablaði 2, sum kemur 8. apríl.

Tekstur og mynd: Neli Heldarsskarð


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.