Tíðindi

Nú verður søkt eftir trivnaðarráðgeva til fólkaskúlan

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk at steðga happing og styrkja trivnaðarbeiðið í fólkaskúlanum sóknast Nám eftir dugnaligum og ágrýtnum trivnaðarráðgeva.

22.08.2020

Starvið er fulltíðarstarv og verður skipað sum verkætlanarstarv í tíðarskeiðnum frá 1. oktober 2020 til 31. juli 2023. Møguleiki verður tó at leingja starvssetanina við tveimum árum til 31. juli 2025. 

Høvuðsuppgávurnar hjá trivnaðarráðgevanum eru í samstarvi við skúlarnar, at:

menna trivnaðin hjá næmingunum

samskipa arbeiðið  at dagføra trivnaðarætlanirnar í fólkaskúlunum  

skipa fyri trivnaðarátøkum  saman við AKT-lærarunum

skipa fyri regluligum netverkfundum fyri AKT-lærarum og flokslærarum

vegleiða flokslærarar, førleikastovur og leiðslur í sambandi við næmingafráveru

samskipa og viðgera trivnaðarkanningar 

skipa fyri fyribyrgjandi trivnaðarátøkum 

fyrireika og gera tilfar um trivnað

Í lýsingini verður sagt, at tað verður væntað av umsøkjaranum, at hann m.a. hevur innlit og holla vitan  um føroyska skúlaverkið og arbeiðsroyndir haðani, hevur góðan førleika at veita námsfrøðiliga ráðgeving og – menning, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og trívist í samstarvi við skiftandi fakbólkar. 

Førleikakrøv eru starvsroyndir í fólkaskúlanum og master- ella kandidatútbúgving í námsfrøði ella námsfrøðiligari sálarfrøði ella útbúgving sum fólkaskúlalærari við viðkomandi eftirútbúgving. 

Hetta verður eitt spennandi og avbjóðandi starv, har viðkomandi, ið verður settur eitt nú saman við leiðslu og lærarum tekur stig til menna trivnaðin í fólkaskúlanum.

Umsóknarfreistin er 6. september 2020.

Lýsingin sæst her:

https://nam.fo/adrar-sidur/tidindi/nytt/news/starv-sum-trivnadarradgevi/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.