Tíðindi

Nøkur mál og viðurskifti í friðartíð

Í tíðini millum samráðingarnar ætlar nevndin at hugsavna seg um viðurskifti, ið eftir okkara tykki ikki eru nøktandi. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

17.07.2020

Nú sáttmálin fram til 01. oktobur 2021 varð undirskrivaður 24. juni, og árligi aðalfundurin hevur verið, hyggja vit fram ímóti eini tíð, har vit fáa tíð at hugsavna okkum um viðurskifti, ið vit meta kundu verið betur skipað.

Við leiðsluábyrgd eigur løn at fylgja við. Tískil fegnast vit um, at leiðarar í førleikastovum nú fáa eina viðbót fyri leiðsluábyrgd. Men røddir vóru frammi m.a. á aðalfundinum um, hvussu tungt tað mangan kennist at arbeiða við serøkinum og í sertilboðum kring landið, og hesum røddum eiga vit at lurta eftir.

Ferð er komið á málið at útbúgva nýggjar skúlabókasavnsvørðir (vónandi frá 2021) og seinni KT-vørðir. Ynskiligt er at fáa gongd á hesar tiltrongdu útbúgvingar sum skjótast, men skilagott er, at talan er um eina føroyska útbúgving og tískil tekur ta tíð, tað krevst, áðrenn farið verður í gongd við hetta.

Læraraskúlin má styrkjast og raðfestast nógv hægri frá landsins síðu. Hesum hava vit víst á í samskifti og fundum við myndugleikar, við skúlaleiðsluna í NVD og eisini við nærum óteljandi greinum og áheitanum.  

Lærarar undirvísa framvegis ov nógv heldur enn at kunna menna seg í samstarvi og ráðlegging. Vit ynskja ein skúla, har lærarar trívast, samstarvast og menna seg sjálvar og harvið eisini undirvísingina.

Skúlaleiðarafelagið og nevnd felagsins eiga saman at heita á landsins myndugleikar, at skúlar hava tørv á fleiri pengum og tímum fyri at kunna betra skúlan. Tá fara vit ivaleyst at kenna okkum betur fyrireikað og fáa tá sum heild meira orku til okkara arbeiði.

Lærarar, ið ikki arbeiða í skúlanum, er eitt øki, ið vit eiga at raðfesta í friðartíð. Eitt nú lærugreinaráðgevar á Námi, sum hava eina servitan okkum í skúlanum til góðar, men sum átti at havt betur skipað viðurskifti.

Ilt er at tæna tveimum harrum, sigst, men tað átti at borið til í skúlaverkinum. Tíverri kennist tað mangan fløkt og orkutungt at bæði undirvísa ein part og síðan eisini verða ráðgevi ein part. Fyrireikingar- og egintíð átti at fylgt við ráðgevaravirkseminum.

Tryggingar- og eftirlønarspurningar eiga at verða vigaðir og møguliga endurskoðaðir. Møguliga áttu vit eisini givið limum okkara møguleikan at seta so nógv teimum lystir í partabrøv.

Nøkur váðastøði eru, og sum støðan er í løtuni hava limir okkara ikki púra frítt val at seta sína pensjónsuppsparing, har teir vilja. Tað er grundleggjandi fyri at verja limir okkara, so ikki uppsparingin verður etin burtur av heimskreppum, men áttu vit ikki kortini givið lærarum frælsi at velja sjálvir? Tað er væl hugsandi, at vit fara at lýsa hetta økið enn meira í komandi tíðum og helst eisini á aðalfundinum komandi ár.

Fleiri onnur øki mugu betrast, og vónandi kunnu vit gagnnýta sokallaðu friðartíðina til fulnar við samstarvi og virðiligum samskifti við myndugleikar, ið varða av lærarum, leiðslum og skúlaverkinum.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.