Tíðindi

Nærvera kveikir trivnað

Joan Neshamar, skúlaleiðari á Velbastað, er púra opin fyri, at har skal vera forskúli, ið skal vera skipaður í samstarvi og í samsvari við dagstovnin á Velbastað

15.03.2018

Skúlaleiðaranum á Velbastað dámar væl skipanina millum dagstovnin og skúlan á Toftum, har lærarar fara á dagstovnin at fyrireika barnagarðsbørn til at fara í skúlan, og námsfrøðingar fara í skúlan at fyrireika skúlan at taka ímóti barnagarðbørn.

   Í skúlanum á Velbastað eru seks flokkar, 1. til 6. flokk: - Næsta skúlaár hava vit ein stóran 7. flokk, tí at 6. flokkur í ár er lutfalsliga stórur, sigur Joan Neshamar, skúlaleiðari.

   Joan Neshamar hevði viljað, at vit fingu ein yvirskipaðan politikkur, sum segði, at "soleiðis gera vit". Sambært henni hava tey verkætlanir gangandi í ymiskum skúlum, alt eftir plássi, ella kanska eftir tí, sum leiðslan leggur dent á, men tey hava ongan yvirskipaðan politikk, sum sigur, at "soleiðis gera vit í Føroyum, vit hava forskúlar".

   Tað hevði hon viljað. Hon hevði viljað, at tey høvdu forskúlar, at politiskur vilji er til tess, men tað hava tey ikki rættiliga viljað, tí so fara vit um fakøkið: - Og tað er mann kanska eitt sindur bangin fyri, sigur leiðarin í Velbastaðar skúla.

   - Vit hava ikki havt forskúla, men vit hava eina serliga innkoyring, sum er, at tá ið tú hevur skrivað teg upp at koma í 1. flokk, byrjar tú at koma í skúla í mars mánaði, og tú ert ein partur av tí bólkinum, sum tú fert at ganga saman við næsta ár, fortelur Joan Neshamar.

   Hesi, sum koma inn, føla, at tey eru ein partur av skúlanum. Staðið er teimum ikki ókent, og tað eru lærarar og floksfelagar heldur ikki, tí tey koma ikki sum ein samlaður pakki, men tey koma inn í ein berandi bólk. Tað við siga, at tað er umráðandi at fáa tey væl integrerað í tann bólkin, sum tey skulu í.

   Joan Neshamar kundi hugsað sær, at ein forskúli á Velbastað varð skipaður í samráð við dagstovnin í bygdini, so at báðir partar fáa gagn av skipanini.

   Velbastaður er avgjørt ein adráttarmikil bygd, sum veksur, men her eru kortini lutfalsliga fáir næmingar, men tá ið Joan Neshamar byrjaði fyri 13 árum síðan var talið á næmingum tað sama sum í dag – 46 næmingar tilsamans. Talið hevur verið uppi á nøkrum og hálvtrýss, og so er tað minkað aftur. Alt valdast tilflytara- og burðartal, men tað er rættiliga støðugt, tó at skúlin ikki hevur merkt stórvegis til tilflytingina, ið hevur verið. Haraftrat er ein annar skúli í bygdini, Frískúlin í Havn (á Velbastað).

   Skúlin á Velbastað hevur tað gott, hetta er ein góður skúli, er Joan Neshamar sannførd um. Sjálvandi stinga trupulleikar seg upp so ella so, men tað er ikki soleiðis, at teir ikki kunnu loysast.

   - Men onkursvegna eru vit noydd til at útmerka okkum, vit ganga ótrúliga høgt upp í trivnaðin, sum vit arbeiða nógv við, og vit vita tað, at har, sum næmingurin trívist, har lærir hann. Eg haldi, at her hava vit ta nærveruna og tær tøttu relatiónirnar til børnini.

   Joan Neshamar, skúlaleiðari sigur, at í skúlanum á Velbastað arbeiða tey miðvíst við, at børnini skulu hava tað gott.

   Henda nærveran kveikir trivnað.

Myndin:

Joan Neshamar, skúlaleiðari á Velbastað, kundi hugsað sær, at ein forskúli á Velbastað varð skipaður í samráð við dagstovnin í bygdini, so at báðir partar fáa gagn av skipanini. Hon tekur avgjørd undir við forskúlatankanum

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.