Tíðindi

Næmingatalið í serflokkunum tvífaldað eftir tveimum árum

Næmingatalið í serflokkunum er vaksið úr 85 síðsta skúlaár upp í 136 í ár. Ein partur av orsøkini til stóru økingina er, at fleiri sertilboð eru stovnað, og at børn, sum gingu í vanligum flokkum, nú ganga í serflokki.

10.12.2018

Síðstu árini hevur verið arbeitt fram ímóti, at serflokkar verða skipaðir í øllum økjum í landinum. Grundarlag er fyri einum serflokki afturat í Havn.

At serflokkar eru skipaðir úti í økjunum er eitt framstig, men tað merkir ikki, at so eru allar súðir syftar. Tað tekur tíð at byggja upp eitt gott undirvísingartilboð til næmingar, sum hava avbjóðingar, bæði tá ið talan er um sjálvt undirvísingartilboðið, men ikki minst, hvussu serflokkurin er skipaður.

- Tað er ógvuliga gott, at orka er sett av til serflokkar, soleiðis at eisini tey, sum ganga í serflokki, fáa tryggar skúlakarmar. Somuleiðis er tað eitt framstig, at námsfrøðingarnir, sum eru knýttir at serflokkunum, eru settir í fast starv; í rættiliga stóran mun eru tað útbúnir námsfrøðingar, sum eru starvssettir; tað skapar ró og støðufesti rundan um serflokkarnar, og tað hevur sera stóran týdning fyri undirvísingina til hvønn einstakan, tí tú kanst lættari byggja eitt gott undirvísingartilboð upp við somu starvsfólkum, sigur Margreth Olsen, stjóri á Sernámi.

Fleiri av serflokkunum hava nú nøkur ár á baki, og starvsfólkini hava gjørt sær royndir, ið nýggju serflokkarnir kunnu fáa gagn av.

- Tá ið eitt nýtt tilboð verður sett á stovn, eru altíð spurningar um, hvussu tað eigur at verða skipað, hvat eigur at verða raðfest, hvussu tilboðið eigur at verða háttað og so framvegis. Ein spurningur er eisini, hvør yrkisførleiki eigur at vera á staðnum og í hvussu stóran mun; teir nýggju serflokkarnir eru framvegis so nýggir, at teir eru í eini byrjanartilgongd, sigur Margreth Olsen.

Hetta skúlaárið ganga 136 næmingar í serflokki. Serflokkarnir eru staðsettir í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, í Hoyvíkar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Fløtum í Havn, Skúlanum við Streymin í Sundalagnum, Sørvágs skúla, Tvøroyrar skúla og Vágs skúla. Tann størsti serflokkurin er í Skúlanum á Fløtum; hesin flokkurin er eitt sindur øðrvísi skipaður enn hinir, tí hann hýsir næmingum úr øllum landinum. Skúlin á Fløtum hevur somuleiðis fakligu ábyrgdina av Lopfjølini, ið er serflokkur skipaður undir Mentamálaráðnum, Sernámi og Tórshavnar kommunu. Umframt teir 8 serflokkarnar er serskúlin Skúlin á Trøðni.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2018, sum júst er komið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.