Tíðindi

Næmingar á miðnámi sakna føroyskt lærutilfar

Í januar í 2022 spurdi Tórður Johannesarson, lærari á Glasi, næmingaráðini á miðnámi: 1) hvørjir fyrimunir og hvørjir vansar eru at brúka danskt/eingilskt lærutilfar, og 2) hvørjir fyrimunir og hvørjir vansar eru at brúka føroyskt lærutilfar.

20.05.2022

Fyrimunir at brúka útlendskt tilfar

Eitt av næmingaráðunum vísir á, at tað er ein fyrimunur at brúka útlendskar lærubøkur, tí á tann hátt læra tey hugtøk, sum tey kunnu brúka, um tey fara at lesa á hægri lærustovni, hetta ger seg serliga galdandi í náttúrulærugreinum. Tey vísa á, at tað verður lættari at fylgja við í undirvísingini, um man velur at lesa uttanlands. Um ein hevur nýtt føroyskt lærutilfar allan fólkaskúlan og á miðnámi, og kemur til Danmarkar at lesa víðari, kann tað verða trupult at fylgja við og at skilja øll tey donsku ella eingilsku heitini, ið verða brúkt. Tí er tað gott, at tey hava lært at brúka hugtøk og heiti á donskum ella eingilskum, so tey ikki koma at vera aftan fyri hini.

Vansar at brúka danskt/enskt tilfar

Vansin við donskum lærubókum er, at tað kann vera torført hjá summum næmingum (serliga tilflytarum) at skilja málið. Vansin við eingilskum lærubókum er, at flestu føroyskir næmingar skilja betur føroyskt enn eingilskt. Eisini tíma tey flestu betur at lesa føroyskt. Ein annar vansi er, tá ið lærubøkurnar t.d. eru á donskum, har hugtøk og heiti eru á donskum, at lærarin brúkar føroysk heiti. Hetta kann vera sera ørkymlandi. Hetta kemur t.d. til sjóndar, tá ið næmingar skulu til roynd, tá kenna teir ikki tey føroysku orðini, tí at teir hava vant seg við útlendsku orðini. Ein annar vansi er, at tey flestu, sum ganga á miðnámi, hava brúkt føroyskt lærutilfar í fólkaskúlanum. Tá ið tey so koma á miðnám, kann tað vera torført at læra øll heitini á einum øðrum máli, og tað kann verða torført og órógvandi viðhvørt at skilja eina uppgávu, um man alla tíðina er noydd/ur at umseta eindir og heiti, ímeðan man roynir at loysa uppgávuna. Tey koma í trupulleikar, tá ið stórar uppgávur skulu skrivast, tí uppgávan skal skrivast á føroyskum, men tey hava havt danskar bøkur, og tað er ikki altíð lætt at finna tey føroysku heitini. Hetta er serliga í náttúruvísindi. Tað kann sum heild vera avbjóðandi, tá ið tekstirnir eru langir í eitt nú søgu og samfelagsfrøði. Fleiri skilja illa enskt og danskt.

Fyrimunir at brúka føroyskt tilfar

Fyrimunurin er, at flestu føroyskir næmingar tíma betur at lesa føroyskt enn fremmandamál. Tað er nógv lættari at skilja føroyskan tekst, tí hann er á móðurmálinum. Ein annar fyrimunur er, at teir duga betur at orða seg, tá ið uppgávur skulu skrivast, tí at samanhangur er millum undirvísing og uppgávuskriving. Í fólkaskúlanum verður dentur lagdur á, at næmingar læra at brúka tey røttu føroysku orðini, eisini í náttúruvísindi, og hetta sama átti at verið gjørt í miðnámsskúlunum. Føroyskt tilfar er sera gott, tí tað er lættari at skilja, og tað er ikki neyðugt at brúka tíð til at umseta orð, ein ikki skilir. Í føroyska tilfarinum verða føroysk orð og fyribrigdi lýst við føroyskum dømum.

Vansar at brúka føroyskt tilfar

Tað er bert eitt av næmingaráðunum, ið vísir á, at vansin við føroyskum lærubókum er, at donsk og altjóða hugtøk ikki verða nýtt, serliga í náttúrulærugreinum.

Hvat kann sigast um svarini?

Svarini frá næmingaráðunum koma neyvan óvart á okkum lærarar. Vit vita væl, at tað á ongan hátt er ein fyrimunur námsfrøðiliga at undirvísa á einum máli, meðan lærutilfarið er á øðrum máli. Hetta órógvar og ørkymlar næmingin og ger, at evnið virkar fremmant fyri hann. Eitt av næmingaráðunum skrivar, at tað ein vansi hjá útlendingum at lesa danskt lærutilfar, men føroyskt og eingilskt er eingin trupulleiki. Eitt annað næmingaráð vísir á, at tey eru von við at brúka føroyskt lærutilfar í fólkaskúlanum, men tá ið tey koma á miðnám, skulu tey næstan avlærast. Í løtuni er einki samsvar millum fólkaskúla og miðnám. Næstan øll næmingaráðini nevna, at tað er ein fyrimunur at brúka útlendskt lærutilfar, tá ið man skal lesa á hægri lærustovni. Í veruleikanum er hetta ein mýta. Eg havi ongantíð hoyrt føroyingar gramt seg um, at tað er so strævið at venja seg við útlendsk fakheiti, meðan teir ganga á hægri lærustovni. Tá ið tú ert sloppin inn á dreymaútbúgvingina, ert tú somikið motiveraður, at tað er líkamikið, um tað á donskum eitur tríkantur, á føroyskum tríhyrningur og á enskum triangle. Øll hesi fakheiti festa seg somikið skjótt, tí at útbúgvingin hugtekur og dregur. Tú veitst av, at tú ert noydd/ur at læra teg hesi heiti, um tú ætlar at gera útbúgvingina lidna og brúka útbúgvingina í verki.

Tá ið næmingar gremja seg um føroysk fakorð, ið ikki eru tey somu á donskum og eingilskum, kundi verið áhugavert at nevnt, at á miðnámi brúka vit nógv fremmandaorð í lærugreinunum, hóast undirvísingarmálið er føroyskt, og er hetta helst neyðugt. Tað føroyska tilfarið skal verja føroyskt orðalag og setningsbygnað/syntaks. Á miðnámi er eisini siður, at eingilsk terminologi er partur av læringini í fakinum. Um vit t.d. hyggja í onkra bók í støddfrøði, sum verður brúkt í fólkaskúlanum, verða orð sum kvadrat, rektangul, parallellogram, romba og trapets brúkt. Tað vil siga, at nú er man farin frá serføroyskum orðum sum rætthyrningur, ferningur og javnfirringur. Sum heild vísa svarini frá næmingaráðunum, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar ynskja føroyskt lærutilfar.

Grein í Miðnámsriti nr 24, mars 2022, eftir Tórð Johannesarson; endurgivin við loyvi

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.