Tíðindi

Næmingar kappast í søgu

Søgudysturin, sum er kapping, ið danska Tjóðsavnið tekur stig til og fyriskipar, bjóðar eisini føroyskum næmingum í 7.-9. flokki at taka lut.

14.01.2020

Tað er sættu ferð, at danska Tjóðsavnið skipar fyri kappingini, og í ár verða allir 7.-9. flokkarnir í Føroyum bodnir við at dystast um óalmenna meistaraskapin í søgu. Evnið í kappingini í ár er, tá ið Danmark varð sameint við Suðurjútland í 1920.

Tey, ið vinna kappingina, fáa ein túr fyri allan flokkin til Danmarkar, har alt er goldið, tað vil siga ferð, matur, innivist og upplivingar. Annars eru eisini aðrir vinningar til øll, sum taka lut.

Hava flokkar hug at taka lut, er bara at melda seg til á www.historiedysten.dk/faeroeerne

Undirvísingartilfar í evninum er á føroyskum.

Kappingin fer av bakkastokki 10. august, har flokkarnir verða bidnir um at gera eitt kreativt produkt við støði í undirvísingartilfarinum. Hetta produktið skal verða fyriskiparunum í hendi í seinasta lagi 28. september. Tað verður ein dómsnevnd, sum velur millum føroysku luttakararnar í søgudystinum 2020, og hetta verður í viku 42.

Eru spurningar, ber til at venda sær til historiedysten@dnm.dk og telefon +45 48 20 14 43.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.