Tíðindi

Næmingar hava funnið lesigleðina

Næmingar í ymsu floksstigunum í norskum miðnámsskúla hava lisið bøkur hvønn skúlatíma hvønn skúladag í 4-8 vikur

07.04.2017

Næmingarnir í Malakoff skúla í Moss í Noregi høvdu so vánaligar lesiførleikar, at lærararnir stúrdu fyri, hvussu tað fór at gangast teimum víðari í skúlanum; Malakoff skúli er ein miðnámsskúli. Eftir eina miðvísa verkætlan er vent í holuni, gleðin at lesa er í hæddini, og skúlin hevur vunnið Lesiprísin 2017 fyri arbeiðið, tey hava gjørt. Tað er Lesisentrið í Stavanger, sum letur Lesiprísin.

Lesiprísurin

Gjøgnum Lesiprísin eggjar Lesisentrið í Stavanger barnagørðum og skúlum at varpa nógv ljós á lesing og virksemi, sum hevur við lesing og lesimenning at gera. Lesiprísurin er júst handaður fyri triðju ferð til eina lesiverkætlan. Endamálið við Lesiprísinum er at geva skúlum og barnagørðum íblástur til lesing, umframt at fáa fram, hvussu nógv ymiskt, tú kanst gera fyri at eggja til lesing.

Malakoff skúli fekk Lesiprísin á ráðstevnu um lesing fyrst í hesum mánaðinum. Skúlin fór í 2013 undir eina verkætlan, eftir at ein kortlegging av lesiførleikunum hjá næmingunum vísti, at nógvir næmingar vóru sera illa fyri í lesing. Verkætlanin er nú á øðrum ári. Næmingarnir í ymsu floksstigunum hava lisið bøkur hvønn skúlatíma hvønn skúladag í 4-8 vikur. Og úrslitini eru góð: Tá ið verkætlanin fór av bakkastokki, søgdu 9 prosent av næmingunum, at teir lósu bøkur, nú siga 42 prosent av næmingunum, at teimum dámar at lesa. Ein triðingur av næmingunum sigur, at teir fara at halda fram at lesa eftir at verkætlanin er endað.

- Hetta er ógvuliga gott, og tað gevur okkum stóran íblástur at fáa Lesiprísin. Vit hava arbeitt miðvíst við hesum síðan 2013, og tí er tað sera gott at fáa viðurkenning. Ein slík verkætlan letur seg ikki gera av sær sjálvari, segði Anne May S. Olsen, virkandi rektari við Malakoff skúla, tá ið hon fekk handað prísin.

Fær fatur á veiku lesarunum

Sambært OECD hava 15 % av norsku 15 ára gomlu so vánaligar lesiførleikar, at tey ikki er før fyri at fáa nóg mikið burtur úr útbúgvingarmøguleikunum, sum tey hava. Í Malakoff skúla er nógvir av hesum næmingunum; lesing er framvegis ein sera umráðandi førleiki, og næmingunum tørvar at venja at lesa samanhangandi tekstir, konsentrað og yvir tíð, siga lærararnir í skúlanum. Málið við lesiverkætlanini í skúlanum hevur verið at økja um lesigleðinga og harvið lesiførleikarnar. Bókasavnið í skúlanum hevur havt ein virknan leiklut í verkætlanini.

25 uppskot komu inn til Lesiprísin.

Kelda: http://lesesenteret.uis.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.