Tíðindi

Námsætlanirnar eiga at verða gjørdar av nýggjum

- Námsætlanirnar mugu hóska til skúlan og samfelagið í dag, sigur Jacob Eli. S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

10.12.2019

Fyri gott og væl tíggju árum síðan var skjøtil settur á arbeiðið at orða námsætlanir fyri hvørja einstaka lærugrein í fólkaskúlanum við íblástri frá dønum og norðmonnum. Tíðin er nú komin at hyggja at teimum aftur fyri at vita, um tær tæna sínum endamáli. Men í staðin fyri at eftirmeta ella dagføra námsætlanirnar eiga vit at leggja á annan bógv. Tað heldur formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli. S. Olsen.

- Vit eiga at fara frá hugsanini um eina námsætlan, har tað verða reksað so nógv faklig mál upp, sum lærarin skal halda seg til, til eina námsætlan við fáum grundleggjandi fakligum málum og fleiri neyvt orðaðum støðismálum, sum lýsa, hvussu næmingurin eigur at brúka sína fakligu vitan í lærugreinini.
- Tíðin er rætt og slætt farin frá námsætlanunum, soleiðis sum tær eru hugsaðar við so nógvun fakligum málum. Norðmenn og danir eru eisini farnir frá hesum mátanum at hugsa skúla; í staðin hava teir samtykt nýggjar námsætlanir, har evnini hjá næmingunum at brúka sína fakligu vitan vigar meira. Og tað er ta leiðina, eg haldi, at vit skulu fara, nevniliga at gera tær eftir einum nýggjum leisti. Tær eiga at verða gjørdar fullkomiliga av nýggjum, soleiðis at tær hóska til skúlan og samfelagið í dag, ta skúlavitan og gransking, sum er, og somuleiðis samsvarandi teimum, sum verða gjørdar í okkara grannalondum.

Meiri ferð er á menningini á skúlaøkinum uttanlands, tí danir og norðmenn hava hálsað um fleiri ferðir síðstu árini, tá ið talan er um at seta mál fyri tað, sum næmingarnir eiga at duga. Bæði í Danmark og Noregi hevur verið arbeitt í drúgva tíð at gera nýggj mál fyri, hvat næmingarnir eiga at læra í fólkaskúlanum; drúgt kjak hevur verið um, hvussu leisturin skal verða, og nú eru tey komin á mál í Danmark, og um ikki so langa tíð verður nýggi leisturin eisini liðugur í Noregi. Í høvuðsheitum eru broytingarnar tær, at námsætlanirnar hava væl færri faklig førleikamál og í staðin leggja dent á arbeiðshættir, soleiðis at næmingarnir sleppa at fara í dýpdina í einstøku evnunum. Námsætlanirnar, sum hava verið í gildi í Noregi og Danmark og framvegis eru í gildi í Føroyum, hava nógv ymisk faklig førleikamál, sum næmingarnir skulu ígjøgnum.

- Vansin við okkara námsætlanum er, at har eru ov nógv mál, sum skulu náast, og ov lítil tíð er at fara í dýpdina við einstøku evnunum, serliga í grunddeildini og hádeildini. Námsætlanirnar nema við ov nógv fakøki og ov nógv førleikamál í fakinum, og tí nær lærarin ikki at fara í dýpdina. Danir og norðmenn eru farnir frá hesum hátti at hugsa skúla og hava í staðin spurt seg sjálvar, hvat er týdningarmikið, at næmingurin dugir í hvørji einstakari lærugrein. Síðan hava teir gjørt námsætlan sambært hesum og skipað tað soleiðis, at stundir eru at arbeiða við tí týdningarmesta. Hjá okkum er ilt at síggja, hvat er týdningarmest, tí har eru so nógv faklig mál, sum skulu røkkast; tí sleppa næmingarnir ikki at arbeiða nóg nógv og nóg væl við einum einstøkum øki.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2020, sum júst er komið

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.