Tíðindi

Nám raðfestir lærugreinina føroyskt

Seinastu árini hevur lærugreinin føroyskt havt høga raðfesting í Námi við útgávum til byrjanardeild, miðdeild og miðnám. Og nú er Nám farið undir at fyrireika nýggja undirvísingarheild til føroyskt í hádeild.

17.06.2019

- Nú mangla vit bara Nem í sætta, so er undirvísingarrøðin til føroyskt í miðdeild liðug, sigur Sigfríður Sólsker, leiðandi ritstjóri í Námi. Fyrsta bókin í røðini kom út í 2016, og nú eru heildir komnar út til triðja, fjórða og fimta flokk.

- Tørvurin hevur leingi verið stórur í teimum mittastu árgangunum í fólkaskúlanum, men vit hava verið noydd at hugsa um miðdeildina sum eina samanhangandi røð frá triðja til sætta flokk. Í fjør kom heildin til fimta flokk út, og eftir ætlan kemur bókin til sætta flokk út um tvey ár.

Fyrireikingarnar at geva út heild til føroyskt í hádeild eru eisini byrjaðar. Tað eru nú nøkur ár síðan, at Les-heildin kom út til framhaldsdeild, sum tá byrjaði í áttanda flokki. Nýggja røðin til hádeild byrjar við tilfari til sjeynda flokk, og sambært leiðandi ritstjóranum í Námi er ætlanin, at heildin til sjeynda flokk skal koma út stutt eftir heildina til sætta flokk.

- Hesum árgangunum hevur manglað tilfar í alt ov langa tíð, og tí verða hesar útgávur raðfestar. Men vit eru, sum sagt, noydd at hugsa flokkarnar inn í tær deildir, sum teir eru partar av, staðfestir Sigfríður Sólsker.

Í námsætlanunum eru fakligu førleikarnir skipaðir í ávegis mál eftir 2., 4. og 6. flokk og endalig mál eftir 9. flokk. Nem røðin fevnir um ávegis málini eftir 4. og 6. flokk. 

Gunvá Dam hevur týtt partar av innihaldinum úr donsku røðini Plot, men nógv er tillagað, og nýtt føroyskt tilfar er eisini gjørt til røðina. Allar heildirnar í røðini hava læraravegleiðing og næmingabók (sum pappírsbøkur og ibøkur). Harumframt eru mállærubøkurnar Nem mál til allar árgangirnar. Ein útgávuheimur er eisini í gerð til Nem-røðina. Har verður Nem mál eisini tøk.

Í føroyskum skulu næmingarnir læra at samskifta bæði munnliga og skrivliga, og tey skulu fáa innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir. Men lærugreinin skal eisini verja og menna vitbornu, kensluligu og sosialu evnini hjá næmingunum og lýsa mál og mentan sum søgu og nútíð við støði í tí heimliga og tí altjóða.

Úrvalið í Nem-bókunum er ætlað at kveikja bæði lesihug og lærihug, og lagt verður upp til bæði munnliga og skrivliga menning.

Mynd: Árni Øregaard


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.