Tíðindi/Greinar

06.08.2019

Nám er ein vitanarberi

Komandi skúlaár bjóðar Nám 58 skeið út, 43 av teimum eru skrásett “skeið bert fyri fólkaskúlan”, og 9 teirra eru skrásett “skeið bæði fyri fólkaskúlan og miðnám”. Hetta gevur tilsamans 52 skeið, ið lærarar kunnu tekna seg til. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Øll, ið starvast í fólkaskúlanum, kenna Nám og vita, hvat tey hava at bjóða. Tað eru fleiri, ið hava verið og fara á skeið hjá teimum. Eg havi tó ofta hoyrt, at har ikki eru so nógv viðkomandi skeið. Hetta havi eg hugt nærri at.

Komandi skúlaár bjóðar Nám 58 skeið út, 43 av teimum eru skrásett “skeið bert fyri fólkaskúlan”, og 9 teirra eru skrásett “skeið bæði fyri fólkaskúlan og miðnám”. Hetta gevur tilsamans 52 skeið, ið lærarar kunnu tekna seg til. Tað haldi eg ikki vera lítið; her mátti verið okkurt, ið er viðkomandi.

Yvirlitið er sera greitt og býtt sundur í evni, ið eru: Námsvísindalig háttaløg, Handaligar og verkligar lærugreinar, Hugvísindi, Lærugreina-yrkisbókadagar, Náttúruvísindi, Onnur skeið og tiltøk og Skúlaskeið. Afturat hesum koma skeiðini, ið námsráðgevarnir skipa fyri komandi skúlaár. So ikki kann sigast annað enn, at manglar tær íblástur, so er bert at fara inn á heimasíðuna hjá Námi: nam.fo

Eitt skeið, ið fangaði mítt eyga, liggur undir Námsvísindalig háttaløg og eitur “Ger tína egnu vikuætlan og fá yvirskot í arbeiðsdegnum”. Undirvísari er Karina Winther, lærari, AKT-lærari, rithøvundur og íbirtari av UgeskemaRevolutionen. Eg eri sera ofta dottin á UgeskemaRevolutionen á Facebook. Har liggja nógvar lýsingar um, hvussu skipanin er, men tað eru eisini nógvir lærarar, ið spyrja, um nakar er, ið kennir til ella hava royndir við hesum arbeiðsháttinum, og hvørjar royndirnar eru, um so er. Tað er spennandi at lesa, tó havi eg ongantíð roynt henda arbeiðsháttin sjálv, eg kenni tó onkran lærara, ið hevur tikið ein part av hesi hugsan til sín. Onki er sum at síggja starvsfelagar fara eldhugaðar til verka at royna nýggjar leiðir, bæði fyri at royna nakað nýtt, men eisini fyri at fáa eina so góða undirvísing sum gjørligt. Tað gevur íblástur.

Tey, ið hava verið á skeiði, kunnu gera sína ávirkan galdandi, fyri at fáa eina so góða skrá sum gjørligt. Tað er týdningarmikið, at man sigur, hvørji skeið man kundi hugsað sær, tí á tann hátt eru vit við til at siga, hvat vit halda hevur týdning, og tað verður sjálvandi lættari at finna eitt skeið, ið hevur áhuga. Gott skeiðsár.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan