Tíðindi

Nýtt skúlaár, nýggj byrjan

Vónandi verða nýútbúnu lærarar eins hepnir og eg havi verið. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

20. august 2019

So hava vit aftur sett hol á eitt nýtt skúlaár. Nógv børn eru farin í skúla á fyrsta sinni, og nógv eru farin úr skúlanum og skulu finna sær nýggjar leiðir.

Tað er altíð hugaligt at fara til arbeiðis eftir summarsteðgin. Hetta skúlaárið er serliga spennandi hjá mær. Eg eri farin í nýtt starv, og komandi árið skal eg starvast á einum skúla, eg ikki kenni framanundan. Byrjanin hevur verið góð, og hóast eg ikki havi starvast leingi saman við nýggju starvsfeløgunum, havi eg framhaldandi fatan av, at skúlarnir í Føroyum hava hópin av fittum og dugnaligum lærarum/starvsfólkum.

Hóast tað er komið mær fyri oyrað, at ikki øll hava fingið starv, ið ynskja at starvast í skúlanum og tí hava tikið læraraútbúgving, so eru fleiri ”nýggir” lærarar á fleiri av skúlunum kring landið. Hjá hesum lærarum verður hetta skúlaárið serliga avbjóðandi og spennandi. Tað hevur alstóran týdning, at tikið verður væl ímóti nýútbúnum lærarum, soleiðis, at arbeiðsuppgávan ikki verður ov tung. Vónandi kemur akkerskipanin væl við hjá hesum lærarum. Nýútbúgvin lærari hevur eftir sáttmálanum rætt til ein akkerslærara í 40 tímar fyrsta skúlaárið. Fyrsta skúlaárið skal nýútbúni lærarin møguliga á fyrsta sinni skriva ársætlanir, undirvísingargongdir, frágreiðingar til Sernám, skriv til Barnaverndartænastuna og ymiskt annað. Samstundis er ein ørgrynna av undirvísingartilfari og mannagongdir á skúlanum, sum lærarin eisini skal seta seg inn í.

Sjálv fari eg at arbeiða undir nýggjari leiðslu, saman við nýggjum starsafeløgum, í eini øðrvísi skúlamentan og ikki minst skal eg finna meg til rættis saman við næmingum, eg ikki kenni frammanundan.

Hóast størsta ynskið hjá lærarum er at hava gott samband við næmingarnar, og hava eina áhugaverda fjølbroytta undirvísing, so kunnu aðrar uppgávur á skúlunum taka nakað av orku. Tí hevur tað týdning, at nýútbúgvin lærari fær hjálp og stuðul til rutinuuppgávurnar.

Vónandi verða nýútbúnu lærarar eins hepnir og eg havi verið. Eg havi, øll tey árini eg havi starvast í fólkaskúlanum, havt ómetaliga góðar starvsfelagar. Tá eg var nýútbúgvin, fekk eg stuðul og hjálp til at seta meg inn í arbeiðið á skúlanum, hóast akkerskipanin ikki var til tá. Tað er av alstórum týdningi at kenna seg væl, um tú skal trívast í arbeiðinum.

Við ynski um eitt avbera gott skúlaár, ynski eg nýútbúnu lærarunum vælkomnum í heimsins týdningarmesta starv.

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.