Tíðindi

Námsvísindadeildin ovast á skránni, tá ið Setrið verður eftirmett

- Okkum tørvar at ala fram eina mentan við eftirmeting á Fróðskaparsetrinum sum heild og eisini á Námsvísindadeildini, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

15. oktober 2020

At læraraútbúgvingin, sum hevur verið partur av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum síðani 2008, fyllir nógv bæði í almenna rúminum og á politiska vígvøllinum, er eingin loyna. Í samgonguskjalinum frá 14. september 2019 stendur, at "Skipanin við Fróðskaparsetrinum verður endurskoðað, og lærara-, námsfrøðinga- og sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin verður eftirmett."

Spurdur um, hvussu langt tey er komin við eftirmetingini, sigur Chik Collins, rektari, at talan er um eina uttanhýsis eftirmeting, sum politiski myndugleikin hevur sett sær fyri at fremja av Setrinum sum heild, og at ætlanin er at fara í dýpdina, tá tað ræður um Námsvísindadeildina. Mentamálaráðið er í ferð við at fáa játtan til vega til hetta arbeiðið, sigur hann.

- Uttanhýsis eftirmetingar av lærdum háskúlum verða vanliga gjørdar við 4-6 ára millumbili av eini 3-4 førum og óheftum, útlendskum fakfólkum. Fróðskaparsetrið er eina ferð áður eftirmett á hendan hátt, og tað var í 2014. Nú Føroyar hava sett sær fyri at seta ferð á tilgongdina at gerast partur av Bologna-samstarvinum, eiga slíkar eftirmetingar at verða settar í fasta legu og skipaðar í greiðum regluverki á stjórnarstigi, sigur rektarin og leggur afturat, at týdningarmikið er at skilja ímillum uttanhýsis- og innanhýsis eftirmetingar.

Blekkið á samgonguskjalinum var valla tornað, tá Chik Collins settist í sessin sum rektari, og hann hevur brúkt fyrstu tíðina til at seta seg inn í arbeiðsgongdir og fáa eina heildarmynd av øllum deildum, ikki bara Námsvísindadeildini.
- Starvsfólkini á hinum deildunum komu við ábendingum um, at eg kanska brúkti í so nógva tíð á Námsvísindadeildini, og tað sigur nakað um, at deildin stendur ovarlaga á okkara arbeiðsskrá, og at her eru nakrar serligar avbjóðingar og pláss fyri ábótum.

- Mær gjørdist greitt, at okkum tørvar at ala fram eina mentan við eftirmeting á Fróðskaparsetrinum sum heild og eisini á Námsvísindadeildini, sigur hann.

Chik Collins vendir fleiri ferðir í samrøðuni aftur til stóra týdningin, sum ein siðvenja við eftirmeting og opnum samrøðum hevur fyri støðugt at skapa ábót og framburð.

- Eftirmetingar eiga sjálvandi at gerast við jøvnum millumbilum, bæði uttanhýsis og sanniliga eisini innanhýsis. Allir lærdir háskúlar eiga áhaldandi at eftirmeta sítt virksemi við vælvirkandi mannagongdum fyri at meta um dygdina av útbúgvingini, og at skipa eftirmetingarnar í góðum samskifti og við afturmeldingum frá øllum avvarðandi pørtum. Vanlig mannagongd í t.d. Stórabretlandi er, at ein nýstovnsett útbúgving verður eftirmett bæði uttanhýsis og innanhýsis í byrjanartilgongdini. Er talan um eina yrkisrættaða útbúgving, eru umboð fyri yrkið og arbeiðsgevarar við í tilgongdini, áðrenn útbúgvingin fær sítt endaliga skap og innihald. Tá ið fýra-fimm ár eru liðin, verður øll útbúgvingin endurskoðað. Aftrat hesum eru aðrar árligar eftirmetingarskipanir, har allir viðkomandi partar, herundir lesandi, lærarar o.o., koma til orðanna, og ein ársfrágreiðing verður gjørd, sum lýsir avrik og viðmerkingar frá bæði lesandi og lærarum. Niðurstøðurnar verða tiknar til eftirtektar, soleiðis at áhaldandi menning fer fram. Okkum tørvar hetta slagið av eftirmetingarsiðvenju á Fróðskaparsetrinum sum heild, og hesum arbeiða vit við, sigur hann.

Í hesum sambandi er tað viðkomandi at koma inn á týdningin av, at Føroyar gerast partur av Bologna-samstarvinum. Føroyar eru ongantíð komnar heilt á mál í tilgongdini, og tað eru Føroyar sum tjóð, og ikki Fróðskaparsetrið, ið formliga eiga at vera partar av samstarvinum, sum eisini hevði havt við sær, at Føroyar gjørdust partar av tí samstarvinum, ið nevnist "Økið fyri hægri útbúgvingar í Evropa". Føroyar eru heldur ikki komnar á mál, tá ið talan er um at rannsaka allar tættir og fortreytir í tilgongdini.
- Síðani eg byrjaði í starvinum, hava vit arbeitt við eini støðumeting av, hvat enn vantar í fyri at røkka málinum, sigur Chik Collins.

Les alla samrøðuna við Chik Collins í Skúlablað nr 5, 2020, sum kom út herfyri.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.