Tíðindi

Meiningsleys tímajáttan

Tað virkar sera meiningsleyst, at eini næmingurin er tann, ið gevur ella frátekur skúlunum og harvið næmingunum møguleikar. Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla, skrivar

25.05.2020

Tímajáttanin til hádeild er skipað soleiðis, at ein næmingur er alt avgerandi. 52 næmingar fáa 74 vikutímar. 53 næmingar fáa 111 vikutímar. Ein næmingur er munurin millum møguleikar og avmarkan. Við 53 næmingum ber til at skipa undirvísing við atlitum at førleikum og didaktiskum fjølbroytni. Við 52 næmingum er skipanin stirvin og læst. Við 53 næmingum er rúm fyri handaligum lærugreinum og breytatilboðum. Við 52 næmingum fylla bókligu lærugreinarnar tímakarmin.

Fólkaskúlalógin sigur: ”Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” Hetta er tó bert eitt eiti, tí í veruleikanum er tað næmingur nummar 27, ið útloysir tímar til ein nýggjan flokk. Tó verður ein ávís tímaleskan givin í miðdeildini, um flokkurin er ov stórur. Gerst ein 4.–7. flokkur størri enn 24 næmingar, fáa flokkarnir 5 tímar eyka at tillaga undirvísingina við. Hendan skipanin er ikki galdandi fyri hádeildina. Í hádeildini er ein næmingur alt avgerandi. Hetta virkar sera meiningsleyst, tí avleiðingin er, at eini næmingurin er tann, ið gevur ella frátekur skúlunum og harvið næmingunum møguleikar.

Í flestu fólkaskúlum verða næmingarnir skipaðir av nýggjum í hádeildini. Vanligt er, at næmingar koma úr øðrum skúlum, og nýggar flokkssamansetingar verða gjørdar. Hetta er eitt avbjóðandi skifti fyri næmingar og lærarar. Nýggj andlit, nýggjur flokkur, nýggjar lærugreinar, nýggur skúli, nýggj skúlamentan og hægri krøv frá skúlaskipani. At stúgva næmingar saman í stórar flokkar við avmarkaðum yvirskoti er ikki skilagóður skúlaskapur. Tað átti at verið sjálvsagt, at skipanin við tímaleskan í miðdeild helt á í hádeildini. Tað hevði verið væl frægari enn einki, men best var um fólkaskúlalógin var endurskoðað viðvíkjandi floksstøddini. Tað kann aldrin vera rætt, at ein næmingur er munurin millum nøktandi og ónøktandi skúlakarmar. Næmingarnir og skúlaskipanin hava uppiborið eina betri skipan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.