Tíðindi

Megna læraralesandi nóg væl at fevna øll í skúlastovuni?

Granskarar hava samanborið læraraútbúgvingar í Noregi og Grikkalandi. Hvussu møta útbúgvingarnar næmingunum, sum tørvar undirvísing, ið er lagað til teirra?

30.06.2022

Næmingalagað undirvísing og millummentanarlig undirvísing eru tvær síður av somu søk og eiga at verða sameind. Bæði taka støði í mannarættindum, javnstøðu og at øll hava rætt til útbúgving.

Tað halda granskararnir Britt Oda Fosse og Janne Thoralvsdatter Scheie, lektari, sum báðar eru í starvi á Instituttinum fyri læraraútbúgving og skúlagransking á Universitetinum í Oslo.

─ Læraralesandi vísa stóran vilja

Millummentanarlig undirvísing leggur dent á at menna virðing og forvitni fyri virðum, bakgrund og áhugamálum hjá ymsum mentanarligum bólkum. Fyri lærarar er samrøða, kjak í skúlastovuni og samráðingar týðandi amboð at menna mentanarliga tilvitið hjá næmingum. Tað kann snúgva seg um at tora at tosa um munir við eitt nú at nýta av høvuðturriklæði, hvussu vit heilsa hvørjum øðrum, tosa við og um vaksin.

Næmingalagað undirvísing snýr seg um at tillaga undirvísingina til bakgrundina hjá næmingum, vitanargrundlagið, áhugamál og motivasjón.

Granskararnir hava samanborið tvær læraraútbúgvingar, eina í Noregi og eina í Grikkalandi, og í hesum sambandi hava teir hugt at, hvussu útbúgvingarnar fyrireika læraralesandi at undirvísa í skúlastovum, sum eru margfeldar.

Rætt til útbúgving

Granskararnir leggja áherðslu á, at margfeldni er meiri enn átrúnaður og etnisitetur.

– Margfeldni snýr seg um rættin hjá øllum til útbúgving sama etnisitet, átrúnað, mál, kyn, førleikar og evni. Bæði næmingar, sum koma úr øðrum mentanum, og teimum, sum tørvar aðrar tillagingar, eru til samans margfeldnið í skúlastovuni í hesi granskingini. Tað er hetta, ið eyðkennir hetta slagið av gransking, sigur Fosse.

Granskararnir siga frá, at økið higartil hevur verið merkt av ymiskari praksiss og gransking.

– Læraralesandi í báðum londum vísa stóran vilja og ynski um at gera eit innsats til frama fyri næmingar sínar, sigur Scheie.

Í báðum útbúgvunum var tillaging og margfeldni umráðandi. Læraralesandi fingu fyrilestrar, arbeiddu saman og við ymiskum dømum, sum eyðkenna lærarayrkið.

Søguligir skilnaðir ávirka, hvat slag av lærarum vit fáa

– Grikska útbúgvingin royndi at geva teimum lesandi innlit í grikska søgu og hugsan, sigur Fosse.

Kanningin vísir, at norska læraraútbúgvingin varpaði ljós á enn meiri margfeldni í merkingini mentanarligt margfeldni, samsvarandi við yvirskipaðar leiðreglur fyri skúlan.

– Søguliga og samfelagsliga baktjaldið í báðum londunum kann hava verið við til at ávirka innihaldið í læraraútbúgvingina, sigur Fosse.

Ein av teimum norsku læraralesandi segði við granskararnar, at tað týdningarmesta var at vera ein góð fyrimynd og at læra næmingarnar at góðtaka onnur fyri tað, tey eru.

List ger tað møguligt at seta seg inn í støðuna hjá øðrum

Tey griksku lesandi arbeiddu við eini verkætlan, sum tey nevndu «Art and Education». Endamálið var at menna eina størri fatan av margfeldni við úttrykkja seg gjøgnum list.

Tey lesandi vóru býtt sundur í bólkar, og hvør bólkur fekk uttanhýsis vegleiðing av einum virknum listafólki, til dømis myndhøggara og pallsmiði.

– Listin verður møtistað fyri læring, sigur Scheie.

Teir tveir granskararnir vóru ovfarnir av opnu spurningunum og spyrjandi tilgongdini hjá teimum griksku lesandi til fyribrigdið margfeldni og differensiering.

Ráð til læraraútbúgvingar og komandi lærarar

Ráð til lærarar á læraraútbúgvingunum:

* Fata millummentanarliga undirvísing og næmingalagaða undirvísing sum tvær síður av somu søk.
* Lat tey lesandi venja millummentanarligan sensitivitet, til dømis við at gerast tilvitað um egnan hugburð og kenslur, sum eru knýtt at margfeldni.
* Læraraútbúgvingarnar kunnu hjálpa teimum lesandi at skilja dynamikkin í sínámillum ávirkan við næmingar við ymiskari bakgrund.

Ráð til komandi lærarar:

* Arbeið fyri javnstøðu og empati í skúlastovuni við at brúka háttaløg sum case og rolluspøl.
* Skapa rúm fyri samrøðu í skúlastovuni við at menna góðar strategiir fyri, hvussu ein kann møta gerandisrasismu og hatursfullum útsøgnum.

Stutt um kanningina

Granskararnir kannaðu læraraútbúgvingar í Noregi og Grikkalandi fyri at finna út av, hvussu komandi lærarar verða fyrireikaðir at undirvísa í margfeldnum skúlastovum. Í kanningini brúktu granskararnir spurnabløð, samrøður, greiningar og eygleiðingar.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.