Tíðindi

Masterskeið í námsfrøðiligari leiðslu

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar eitt 15 ECTS-skeið á masterstigi í heysthálvuni í ár í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu. Skeiðið er ætlað bæði skúlaleiðarum og námsfrøðingum, ið hava leiðarastørv. Somuleiðis er skeiðið egnað fólki, ið umhugsa at søkja eitt námsfrøðiligt leiðslustarv seinni, eins og til fólki, ið arbeiða við organisatiónsmenning á námsfrøðiliga økinum.

27.05.2020

Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi kunnleika og hegni til at virka sum námsfrøðiligir leiðarar, ið nýta nútíðar námsfrøðilig leiðsluástøði, við einum jarðildi í føroyska samtíðar samfelagnum. Hesi evni verða viðgjørd: Yvirlit yvir námsfrøðiliga leiðslu-fakøkið, nýggjastu rembingarnar á námsfrøðiliga leiðsluøkinum, føroysk viðurskiftir viðvíkjandi námsfrøðiligari leiðslu, fyrisitingarlig og strategisk leiðsla í námsfrøðiligum høpi, námsfrøðilig stovnsmenning, tann lærandi námsfrøðiligi stovnurin, spjadd námsfrøðilig leiðsla, samstarv í námsfrøðiligum stovnum og leiðsla í tvørsektionellum og tvørprofessionellum samstarvi á námsfrøðiliga økinum.

Seinni fer Setrið at bjóða eina 120 ECTS-masterútbúgving í leiðslu og stýring/fyrisiting, har tað er møguligt at steðga eftir 60 ECTS og fáa eitt diplomprógv í leiðslu og stýring/fyrisiting á masterstigi. Tá er møguligt at søkja um at fáa hetta skeiðið við yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu góðskrivað. Tá vit siga “master”útbúgving eftir Bologna-leistinum, so er tað tað sama sum kandidatútbúgving í Danmark.

Undirvísarar verða Súsanna Olsen, stjórnamálafrøðingur og master í virðisleiðslu, og Jóhannes Miðskarð, cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD.

Umsóknarblað finst her: https://www.setur.fo/media/6563/ums%C3%B3knarbla%C3%B0-stakskei%C3%B0-%C3%AD-n%C3%A1msfr%C3%B8%C3%B0iligari-lei%C3%B0slu.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.