Tíðindi

Má tosast við størri bókstavum, skal skeiva gongdin vendast

- Arbeiðsgevarar áttu at skammað seg, og fakfeløgini tikið sær um reiggj, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur

3. juli 2020

Strongd og frávera vegna strongd er framvegis ein trupulleiki, ikki minst í almenna geiranum. Serliga millum starvsfólk, sum hava við onnur fólk og menniskju at gera, til dømis lærarar, námsfrøðingar og sosialráðgevar, men eisini røktar- og heilsustarvsfólk.

Suni Poulsen heldur tað vera umráðandi, at arbeiðsgevarar gerast meira tilvitaðir um týdningin av góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Hetta kann millum annað gerast við at finna ta góðu og hóskandi javnvágina millum førleikar hjá einstaka starvsfólkinum at útinna starvið og væntanir og tey krøv, sum arbeiðsgevarin setur.

Tað er alment viðurkent og staðfest í fleiri kanningum, vísir sálarfrøðingurin á, at koppar javnvágin, og krøv og væntanir viga tyngri á vágskálini enn førleikarnir og kenslan hjá starvsfólkinum at megna uppgávuna, gerst trýstið ov stórt og vandin fyri strongd ein verulig hóttan og fíggindi.

Tað hevur eisini týdning, sigur sálarfrøðingurin, at arbeiðsplássið er sniðgivið til endamálið. Tað vil siga til tær uppgávur, sum starvsfólkini saman og hvør í sínum lagi skulu loysa. Men samsvar er ikki altíð millum tað, sum arbeiðsgevarar krevja av sínum starvsfólkum, og tær umstøður og sømdir, sum starvsfólkini fáa afturfyri, sigur Suni Poulsen.

Sum dømi vísir hann á starvslýsingar frá arbeiðsgevarum, sum ofta ótilvitað avdúka meira enn gott er um arbeiðsplássini og órímiligar væntanir til starvsfólkini. Orðingarnar í starvslýsingunum kennast ofta so illa umhugsaðar, at tað rópar til himmals, heldur Suni Poulsen og vísir á fleiri ítøkilig dømi. Til dømis orðingarnar um, at starvsfólk skulu megna at “hava fleiri bóltar í luftini”, “arbeiða undir trýsti”, “arbeiða skjótt og effektivt”, “laga seg til óvæntaðar og skiftandi umstøður og uppgávur”, “tora at siga sína hugsan og meining” og so framvegis.

Hann heldur, at alt ov leingi hevur ábyrgdin ligið hjá einstaka starvsfólkinum við eini væntan frá arbeiðsgevaranum um at møta væl fyri til arbeiðis, likamliga og sálarliga. Men tá strongd og kanska sjúkrafrávera rakar, er tað steinur oman á byrðu, tí skuldarkenslan og kenslan av at kenna seg veikan og ikki megna sítt arbeiði fer illa við starvsfólkunum, og mangan er lítil og eingin hjálp at heinta.

Tí er stundin komin til at sparka bóltin tvørtur um aftur hálvuna til arbeiðsgevararnar, heldur Suni Poulsen og vónar, at arbeiðsgevararnir hesa ferð lofta bóltinum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2020, sum er serblað um sálarligt arbeiðsumhvørvi


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.