Tíðindi

Løgtingsval og fólkaskúlin

Tað verður spennandi at frætta í komandi tíðum, hvat føroyskir politikarar vilja við føroyska fólkaskúlanum. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

01.08.2019

Í Danmark hevur nýggja stjórnin við Mette Fredriksen á odda ætlanir um at hyggja at ymiskum viðurskiftum í danska fólkaskúlanum. Øllum kunnugt gera vit ofta tað sama sum danir í nógvum viðurskiftum, og tí er áhugavert hjá okkum at fylgja við, hvat kjakið viðvíkjandi danska fólkaskúlanum snýr seg um.

Eins og hjá okkum hava danir landsroyndir í yngru flokkunum. Ætlanin er nú at gevast við landsroyndum í yngstu flokkunum og at endurhugsa próvtøkur sum heild. Hetta er heilt vist eisini nakað, sum fyllir nógv í kjakinum í føroyska fólkaskúlanum. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at tað eru mong, sum ikki eru so glað um landsroyndirnar og vilja hava tær burtur úr skúlaskipanini. Tann tøkniligi parturin av føroysku landsroyndunum, sum hevur fingið nógv skot fyri bógvin, sær út til at rigga nú, men spurningurin, hvørt vit skulu hava tær ella ikki, er eina viðgerð verdur.

Annar táttur, sum danska stjórnin ætlar at seta sjóneykuna á, er próvtalsstigin. Í fyrsta lagi er ætlanin at kanna, um hann skal broytast, og í øðrum lagi verður hugt eftir, um skipast kann soleiðis fyri, at próvtøl fara fylla minni í skúlaskipanini enn nú. Eisini hesi viðurskifti kenna vit so avgjørt aftur her heima á klettunum. Próvtalsstigin, vit hava nú, við 7 próvtølum hevur verið fyri nógvum atfinningum. Ein atfinning hevur verið, at t.d. 4-talið og 7-talið eru breið, og at tað eru ov nógv, sum fáa próvtalið 12.

Hyggja vit so at føroyska, politiska landslagnum, verður løgtingsval ætlandi síðst í august. Tað er í sjálvum sær áhugavert, men eisini tá ið vit hugsa í skúlahøpi, er tað spennandi. Tað eru jú landsins kosnu politikarar, sum áseta, hvussu nógvur peningur verður settur á fíggjarlógina til fólkaskúlan. Alt prátið, sum vit dagliga hoyra um skerda tímajáttan og trongar karmar, byrjar har. Fólkaskúlin fær eina ávísa upphædd at virka innanfyri, og virksemið má lagast eftir hesari upphædd.

Dømini, sum eg nevndi omanfyri úr Danmark, eru eisini so sannliga viðkomandi hjá okkum her í Føroyum, og tað kundi verið nógv ymiskt annað eisini. Tí verður spennandi at frætta í komandi tíðum, hvat føroyskir politikarar vilja við føroyska fólkaskúlanum. Skal haldast fram við somu gongd sum higartil, har játtanin til føroyska fólkaskúlan í besta føri stendur í stað, ella fara nýggir vindar at blæsa?

Livst so spyrst!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.