Tíðindi

Lærarin má eisini trívast

Eingin ivi er um, at trivnaðurin hjá næmingum í skúlanum er alfa og omega, men ein fortreyt fyri, at næmingarnir trívast, er ofta, at lærarin ikki er sperdur, men trívist sjálvur. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

28.02.2024

Lærarastarvið er eitt týdningarmikið og krevjandi starv. Lærarar í fólkaskúlanum skulu alla tíðina bera so í bandi, at næmingarnir bæði trívast og læra. Tað ljóðar kanska einfalt, men tað er ikki nøkur hissini uppgáva. Lærarar undirvísa í sínum faki, og tað er sum oftast nokk so beint fram. Harafturat er so eisini trivnaðarparturin, sum hinvegin ikki altíð er so beint fram.

Hjá nógvum næmingum gongur alt sum eftir ánni, og hjá øðrum næmingum er viðhvørt ymiskt, sum stingur seg upp og kann órógva skúlagongdina. Og tað er einki óvanligt í tí. Onkuntíð er okkurt, sum ger, næmingar ikki finna seg til rættis, og tað er tað. Tað kann vera okkurt, sum er heima ella í skúlanum, ella kanska ein blandingur av báðum. Tað er púra menniskjaligt, at tílíkt kemur fyri.

Í skúlahøpi er lyklapersónurin í slíkum støðum lærarin. Lærarin skal saman við øllum avvarðandi pørtum royna at fáa skúlagongdina hjá næminginum at ganga so væl og smidliga sum yvirhøvur gjørligt. Slíkt arbeiði er ofta samansett og kann vera bæði drúgt og krevjandi. Sjáldan er talan um nakra skjóta loysn.

Og tí er tað so ótrúliga týdningarmikið, at lærarin fær so góðar umstøður at arbeiða undir sum gjørligt. Lærarin má hava neyðuga tíðina til at taka sær av næmingunum. Bæði teimum, sum trívast, og so sanniliga eisini teimum, sum stríðast. Tað er lógarkravt, at lærarin skal taka støði í einstaka næminginum, og tá ið lógin krevur tað, mugu myndugleikarnir eisini skapa líkindi fyri, at lærarin kann røkka hvørjum einstøkum næmingi. At lærarar verða settir at undirvísa upp til eini 28 tímar um vikuna í flokkum við t.d. 26 næmingum, ger sjálvandi ikki fortreytirnar fyri góðari undirvísing og góðum trivnaði betri.

Tvørturímóti. At ein lærari skal arbeiða undir sovorðnum umstøðum er ikki gott fyri nakran. Hvørki næmingar, foreldur ella lærarar. Fyri læraran kann tað lættliga merkja, at hann fer at mistrívast, tí uppgávan verður ov møtimikil. Og tað er álvarsamt, tá ið lærarin ikki trívist. Eingin ivi er um, at trivnaðurin hjá næmingum í skúlanum er alfa og omega, men ein fortreyt fyri, at næmingarnir trívast, er ofta, at lærarin ikki er sperdur, men trívist sjálvur.

Tí hevur tað nógv at siga, at arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum eru so góðar, sum til ber. Umstøðurnar kring undirvísingina, t.d. floksstødd og undirvísingatímatal, mugu vera í lagi. Ein lærari, sum trívist og hevur tað gott í sínum starvi, gagnar næmingunum. Tí eigur lærarin eisini at verða havdur í huga, tá ið trivnaður verður settur á dagsskrá.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.