Tíðindi

Læraraútbúgvingin í góðari menning

Samstarvsráðið fyri læraraútbúgvingina arbeiðir við at greina, í hvønn mun útbúgvingin byggir á okkara egnu viðurskifti.

29.01.2024

Sum úrslit av Bolognayvirlýsingini hava útbúgvingarskipanir um alt Evropa verið í eini tilgongd, og nógvar broytingar og tillagingar eru framdar. Hesar eru beinleiðis avleiðing av politiskari avgerð um, at tær ymsu nationalu útbúgvingarskipanirnar skulu verða sambæriligar. Á hægri lærustovnum hava hesar broytingar elvt til drúgt kjak, ið m.a. snýr seg um at samanbera námsskipanir, útbúgvingar og undirvísing. Hetta merkir, at eitt nú læraraútbúgvingin lýkur altjóða krøv, og at hon samstundis tekur støði í føroyska veruleikanum.

- Tað er sjálvsagt, at føroyska læraraútbúgvingin skal taka støði í føroyska samfelagnum samstundis sum hon lýkur altjóða krøv. Samstarvsráðið fyri læraraútbúgvingina kemur at arbeiða við at greina nærri, í hvønn mun útbúgvingin byggir á okkara egnu viðurskifti, og hvussu hon hóskar okkara egna fólkaskúla. Bolognayvirlýsingin setir sum krav, at útbúgvingar skulu kunnu flytast millum lond, tað vil siga, at ein læraralesandi í einum landi kann halda fram í lesnaðinum í einum øðrum landi. Læraraútbúgvingin er millum tær fyrstu útbúgvingarnar, sum farið er í holt við at eftirmeta og dagføra, so hon livir upp til ásetingar í Bologna; eg fegnist um, at læraraútbúgvingin er raðfest at vera í fyrstu syftu í hesi tilgongdini, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Til spurningin um læraraútbúgvingin í Føroyum lýkur krøv, sum vit eiga at seta ein føroyskari læraraútbúgving, sigur Jacob Eli S. Olsen, at tað ger útbúgvingin lutvíst.

- Tað er ein bági fyri læraraútbúgvingina, at fleiri, sum undirvísa á læraraútbúgvingini, ikki eru í føstum starvi, tað vil siga, at nógvir undirvísarar koma og fara og eru bara settir í eitt skeið í senn. Hesir undirvísarar kenna ikki til veruleikan í fólkaskúlanum, og hvussu skuldu tey tað. Tað sigur seg sjálvt, at teir undirvísarar, sum hava verið har í rúma tíð og hava fast starv, megna betur at byggja undirvísingarpartin upp og tillaga undirvísingina til gerandisdagin í skúlanum, soleiðis sum hann er, samanborið við teir, sum koma og fara. Fremsta treytin til undirvísararnar er, at teir hava kunnleika til fólkaskúlan, soleiðis sum hann er, og at teir laga lesturin í læraraútbúgvingini sambært veruleikanum í fólkaskúlanum. Stovnurin eigur at fara burtur frá nógvu leysu størvunum, og vit síggja, at tann støðan er betri nú enn hon hevur verið. Tað, sum manglar nú er, at vit fáa fleiri í fast starv, sum eisini hava sín uppruna í fólkaskúlanum, og at tey, sum starvast á læraraútbúgvingini, brúka meiri av síni arbeiðstíð at granska í fólkaskúlanum eisini. Tað krevur eisini, at professari í undirvísingarlæru verður settur, tí professari gevur granskingini og útbúgvingini meiri vekt.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.