Tíðindi

Læraraútbúgvingin stendur einki aftan fyri aðrar læraraútbúgvingar

- Vit hava ein góðan og sterkan fólkaskúla í Føroyum. Botnstøðið er høgt, og vit fáa so at siga allar næmingar væl ígjøgnum skúlan. Tað heldur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya.

23.11.2023

Læraraútbúgvingin á Fróðskaparsetri Føroya er á einum sera høgum stigi og stendur mát við líknandi útbúgvingar aðrastaðni.

Tað er rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Zachariasen, ikki í iva um.

Ein uttanhýsis eftirmeting var gjørd av Fróðskaparsetri Føroya í 2022, og henda eftirmeting kannaði eisini útbúgvingarnar á Námsvísindadeildini. Niðurstøðan var millum annað, at “stóru útbúgvingarnar á deildini eru grundleggjandi góðar, og verkligi parturin er í høvuðsheitum í samsvari við tilsvarandi útbúgvingar í Norðurlondum og londum aðrastaðni”.

Skotið var upp at gera eina serstaka óhefta og uttanhýsis meting av læraraútbúgvingini. Tann metingin verður væntandi gjørd nú í heyst.

- Eg vænti, at metingin fer at vísa, at vit eru á sama stigi og standa mát við læraraútbúgvingar uttanlands. Tí ivist eg slett ikki í, sigur Martin Zachariasen, rektari.

Hann heldur, at fólkaskúlan hevur prógvað, hvør dugur er í lærarum, sum koma av útbúgvingini á Frælsinum.

- Vit hava ein góðan og sterkan fólkaskúla í Føroyum. Botnstøðið er høgt, og vit fáa so at siga allar næmingar væl ígjøgnum skúlan. Vit duga kanska ikki so væl at gera teir bestu næmingarnar enn betri, men vit eru sera dugnalig til at lyfta allar næmingar, so teir hava neyðuga førningin við sær út í lívið og eina góða grundútbúgving, ið byggir á almennan mentaskap. Og tað hevur stóran týdning fyri felagsskapin og savningarmegina í føroyska samfelagnum, sigur Martin Zachariasen.

Hann heldur, at týdningurin av læraraútbúgvingini, bæði søguliga og í okkara samtíð, á ongan hátt má undirmetast, tí læraraútbúgvingin og lærarayrkið hava í meira enn eina øld sett sín dám á føroyska samfelagið.

Longu í 1870 var læraraseminar á fyrsta sinni í Føroyum, síðani kom Føroya Læraraskúli, og í 2008 varð útbúgvingin umskipað til bachelor-útbúgving og løgd undir Fróðskaparsetur Føroya. Læraraútbúgving hevur við øðrum orðum sterkar røtur og hevur lyft útbúgvingarstigið í Føroyum øll árini, so føroyingar hava átt væl útbúgvið fólk um alt landið. Nógvir fólkaskúlalærarar hava eisini verið virknir í politikki og hava annars virkað á fleiri mótum og gagnað føroyska samfelagnum, sigur hann.

Tað er tí ikki hissini stovnur og útbúgving, ið er litin Martini Zachariasen upp í hendur at umsita sum ovasti leiðari. Og uppgávuna tekur hann í størsta álvara og hevur sett sær stór mál at røkka sum rektari. Serliga trý mál fylla nógv, sigur hann.

Í fyrsta lagi er málið at knýta Føroyar og Fróðskaparsetur Føroya í evropeiska samstarvið um góðskumenning, tann sokallaða Bologna-tilgongdin. Tað er neyðugt, sigur hann, so útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum altíð eru á sama altjóða og akademiska stigi sum útbúgvingar aðrastaðni og verða góðkendar sum javnbjóðis á lærdum háskúlum og hægri lærustovnum uttanlands.

Í øðrum lagi hevur hann sett sær fyri at arbeiða miðvíst við at menna og styrkja um gransking á fleiri økjum. Eitt nú gransking, sum hevur beinleiðis við fólkaskúlan og skúlaskap yvirhøvur at gera. Men eisini gransking innan námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði. Tá ið hesar útbúgvingar í 2008 vórðu lagdar undir Fróðskaparsetrið, var gransking ikki ein partur av útbúgvingini, tíansheldur ein treyt. Men heilsugranskingin á Fróðskaparsetrinum er nógv styrkt seinastu árini vegna fæið í Sjúkrakassagrunninum, sum varð latið til heilsugransking. Nú er ætlanin, at gransking skal gerast ein púra sjálvsagdur partur av lærara- og námsfrøðingaútbúgvingini, og tá verður brúk fyri fleiri almennum og privatum íløgum, sigur rektarin.

Í triðja lagi hevur tað týdning, heldur hann, at Fróðskaparsetur Føroya verður miðsavnað undir somu lon. Tí vónar rektarin, at tað um ikki so langa tíð fer at bera til at savna allar útbúgvingar á einum og sama staði, í einum nýggjum og vælútbornum kampus á Frælsinum í Havn.

- Tað er eingin ivi um, at tað hevði ment Fróðskaparsetrið ómetaliga nógv sum hægri læru- og útbúgvingarstovn – sum eitt altjóða universitet, sigur Martin Zachariasen.

Brot úr grein í Skúlablað nr 5, 2023, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað. Les alla greinina í blaðnum

Mynd: Álvur Haraldsen/Fróðskaparsetur Føroya


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.