Tíðindi

Lærarar í Stórbretlandi í verkfalli

Lærarar um alt Stórabretland hava verið í verkfalli fleiri ferðir síðan fyrst í februar. Mett er, at fleiri enn 100.000 lærarar eru í verkfalli hvørja ferð, teir leggja arbeiðið niður

17.03.2023

Lærarar og aðrir yrkisbólkar í Stórabretlandi hava í longri tíð verið í verkfalli fyri hægri løn og betri arbeiðsumstøðum.

”Lærarar eru kanska í truplastu kreppuni nakrantíð, tá ið talan er um livikostnað.”

Soleiðis skrivar bretska lærarafelagið National Education Union, sum er eitt av størstu feløgunum fyri lærarar í Onglandi og Wales.

Av heimasíðuni hjá bretska lærarafelagnum sæst, at nógvir lærarar stríðast við stórar útreiðslur til orku og barnaansing, og nógv stúra fyri avdrøgum til lán, og hvussu tey skulu hava ráð til húsaleiguna.

Tað er ikki bara lærarar, sum stríðast við øktan livikostnað. Síðan fyrst í februar hava lærarar og aðrir yrkisbólkar víst sína ónøgd. Sambært BBC vóru fleiri enn ein hálv millión fólk í verkfalli 1. februar – lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, ambulansufólk og tokstarvsfólk – fyri at fáa betri løn og betri arbeiðsumstøður. Orsakað av verkfallinum var helmingurin av skúlunum í Onglandi stongdir, og síðan hava tað verið dagar av og á við verkfalli, og hildið verður fram. Lærarar og onnur løgdu arbeiðið niður bæði í gjár og fyrradagin.

Um somu tíð sum verkføll eru, roynir bretska stjórnin at seta eina lóg í gildi, sum fer at gera at truplari at fara í verkfall í framtíðini. Bretska stjórnin hevur skotið upp at seta eina lóg í gildi, sum avmarkar møguleikarnar hjá eitt nú lærarum at fara í verkfall. Hetta inntrivið verður av fakfeløgunum mett at vera fakfelagsfíggindaligt.

1.700 kronur minni um mánaðin

Sambært bretska høvuðsfelagnum TUC forvinnur eitt fólk í almennum arbeiði í Stórabretlandi 1.700 krónur minni um mánaðin samanborið við fyri tíggju árum síðan.

Hvussu nógv forvinna lærarar í Onglandi?

Sambært BBC verður byrjanarlønin hjá lærarum 30.000 pund um árið í september í 2023. Flokslærarar í Onglandi fingu í miðal 38.982 pund skúlaárið 2021-22, 39.009 pund í Wales og 40.026 í Skotlandi. Miðallønin hjá einum skúlastjóra í Onglandi sama tíðarskeiðið var 74.095 pund og 57.117 fyri aðrar leiðarar.

 Kelda: folkeskolen.dk og bbc.uk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.