Tíðindi

Lærarar í Føroyum undirvísa fleiri dagar og fleiri tímar samanborið við lærarar í grannalondunum

- Eg kundi hugsað mær at fingið útgreinað, hvat landsstýrismaðurin hugsar, tá ið hann sigur, at vikan til ráðlegging, eftirmeting og annað ger undirvísingarbyrðuna hjá lærarum lættari, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

27.01.2020

Síðstu árini eru lærarar í Føroyum farnir at undirvísa fleiri tímar um vikuna, uttan tó at arbeiðsbyrðan annars, so sum fundarvirksemi, eftirmeting og annað er minkað. Í dag undirvísa lærarar 28 tímar um vikuna, sum er á leið tveir tímar meira enn fyri fáum árum síðan. Undirvísingarbyrðan í dag er ov stór, og fleiri lærarar og skúlaleiðarar venda sær til Lærarafelagið og vísa á, at tíðin at røkja allar aðrar uppgávur, sum eru týðandi partar av læraraarbeiðinum, røkkur ikki. Landsstýrismaðurin hevur í viðtali við Skúlablaðið í november sagt, at arbeiðsdagarnir eftir síðsta skúladag, sum lærarar hava til ráðlegging, eftirmeting og annað, skal vigast upp ímóti undirvísingartímunum, og at hann ongar ætlanir hevur um at minka undirvísingartalið. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, undrast á, at landsstýrismaðurin blandar vikuna til ráðlegging saman við undirvísingartímunum.

- Undirvísingartímatalið um vikuna verður hvørki størri ella minni, fyri tað um lærarar hava nakrar arbeiðsdagar eftir síðsta skúladag til at menna seg fakliga, eftirmeting og annað. Vikan, sum undanfarna landsstýrisfólk hevur fingið lærarum til at ráðleggja, samstarv og eftirmeting, er ætlað til menning av skúlanum, samstarvinum millum lærarar og einstaka læraranum; hetta er tíð, sum lærarar ikki hava havt áður, men sum stórur tørvur hevur verið á. Skúlin sum skipan verður betri av at lærarar fáa hesa vikuna, men vikan minkar ikki á nakran hátt um arbeiðstrýstið, sum er, at lærarar undirvísa nógv. Sjálvsagt fer henda vikan at gera, at skúlaárið verður betri skipað, at sambandið og samstarvið millum lærararnar og leiðsluna verður betri og so framvegis, men sjálv tímtalvan, hvussu nógv lærarar undirvísa hvørja viku verður tað sama sum nú, og uppgávurnar, sum eru umframt, so sum fundir, foreldrasamstarv, dagligt lærarasamstarv og annað, verður tað sama. Hetta er ikki arbeiði, tú kanst veita út til onnur at gera, og hetta eru ikki uppgávur, tú kanst velja ikki at gera, tí tær eru sjálvsagdur partur av tínum arbeiði. Ein vika við 28 undirvísingartímum er rætt og slætt ov nógv undirvísing.

Í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, er øðrvísi. Í Finnlandi undirvísa lærarar 23-25 tímar í grunddeildini, og 18 tímar um vikuna í hádeildini, um hann undirvísir í finskum; samanborið undirvísir lærarin í Føroyum, sum undirvísir í føroyskum, 25 tímar og fleiri um vikuna.

- Í samanbering við grannalondini undirvísa lærarar í Føroyum einamest tímar um vikuna og flest dagar um árið. Aðrastaðni er skúladagatalið 180 og 190, meðan tað í Føroyum er 193. Eg kundi hugsað mær at fingið útgreinað, hvat landsstýrismaðurin hugsar, tá ið hann sigur, at vikan til ráðlegging og annað ger undirvísingarbyrðuna lættari. At skúlaárið verður betur eftirmett og skipað, er gott, men henda vikan kennist ikki vanliga skúladagin, tá ið trýstið við at undirvísa 28 tímar um vikuna, umframt at hava allar aðrar uppgávur, er líka stórt.

Í juni ásetti fyrrverandi landsstýriskvinnan við skúlamálum í rundskrivi árliga skúladagatalið hjá næmingunum í fólkaskúlanum at vera 193 dagar; áður hevur tað verið 198 dagar. Teir fimm dagarnir, sum skúlaárið minkar, verða tøkir hjá skúlaleiðarum og lærarum til ráðlegging og námsfrøðiliga menning, sum bæði kann verða í skúlanum og uttan fyri skúlan.

Umframt eftirmeting og ráðlegging kann talan verða um skeið, námsfrøðiligir evnisdagar, starvsfólkamenning og samansjóðing.

Eftirsum skotbráið var so stutt, tá rundskrivið var ásett, tekur broytingin ikki við, fyrr enn síðst í hesum skúlaárinum. Ávegis eftirmeting av hesi broytingini verður gjørd í mars 2021 og í mars 2022.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.