Tíðindi

Lærarar hava eisini brúk fyri at fara á námsferð

13 starvsfólk í Skúla skúla hava verið námsferð í Danmark

28.12.2020

Á einum námsfrøðiligum fundi nakað fyri summarfrítíðina tosaðu vit um, at vit skuldu leggja undirvísingina eftir onkrum ávísum námsfrøðiligum leisti eftir summarsteðgin. Skúlin hevur fyri nøkrum árum síðani arbeitt eftir leistinum “brotin tímatalva”, men hetta var dottið niðurfyri aftur. Vit vóru samd um, at hesin undirvísingarháttur hevði nógvar møguleikar við sær, millum annað økt samstarv millum allar partar, gott høvi at býta sundur í stig, næmingarnir arbeiða meira sjálvstøðugt og við framløgum av ymiskum slagi.

Ymiskt var, hvussu royndirnar vóru hjá lærarunum á hesum øki, men vit høvdu øll brúk fyri meira kunning. Ein stórur partur av lærarunum teknaðu seg til skeiðið hjá Námi um brotna tímatalvu. Øll starvsfólk meldaðu seg til skeiðið um hendan undirvísingarháttin, sum Keldan skipaði fyri, og bókin Ugeskemarevolutionen varð keypt í fleiri eintøkum.

Tó vóru vit samd um, at tað, sum ein oftast lærir mest av, er at fara at vitja skúlar, sum arbeiða við hesum leisti. Vit vóru samd um, at vit skuldu fara eina námsferð til Danmarkar at vitja onkran skúla.

Vit byrjaðu longu at leggja ferðina til rættis nakað áðrenn summarfrítíðina. Ein stórur partur var at fáa greiðu á, hvussu mong kundu koma við, hvussu vit skuldu fíggja ferðina, og hvørjar skúlar vit skuldu vitja. Ferðaliðið, sum fór avstað, taldi 10; tað eru altíð ymisk viðurskifti, sum gera, at ikki ber til hjá øllum, hesi starvsfólk skuldu so arbeiða á skúlanum ímeðan. Vit eru 13 starvsfólk tilsamans, so hetta var gott.

Starvsfólkini vóru við uppá at gjalda ein part sjálv. Vit keyptu ferðaseðlar í góðari tíð, soleiðis at prísurin ikki var so høgur. Vit leigaðu tveir bilar, so vit kundu koyra runt millum ymsu skúlarnar. Vit valdu at búgva mitt í Ålborg, soleiðis at tað var møguleiki at fara til ymiskt, tá vit høvdu frí.

Ein av lærarunum hevði samband við ein skúla, Trekronerskolen (www.3kroner.aula.dk), sum liggur í Norðurjútlandi. Tey undirvísa eftir brotnari tímatalvu, og skúlin er eisini áleið somu stødd sum okkara. Skúlastjórin, Peter Christensen, boðaði frá aftur beinanvegin, at vit vóru hjartaliga vælkomin. Skúlastjórin mælti okkum til eisini at vitja ein annan skúla, Thorup Klim Skole, (www.thorupklimskole.aula.dk), sum hann hevði samstarv við. Hesin skúlin er eisini á stødd við okkara skúla, og skúlin arbeiðir eisini eftir brotnari tímatalvu, sum tey høvdu lagað til sín skúla, so vit vóru glað fyri hetta tilboðið. Skúlastjórin, Vibeke Kjær Kloster, var sera fyrikomandi og gleddi seg at síggja okkum.

Avgjørt var so, at vit skuldu vitja fyrra skúlan fríggjadagin og seinna skúlan mánadagin.

Hósdagin, á døgurða, fóru vit so avstað. Vit flugu til Billund, har vit høvdu leigað tveir bilar. Leiðin gekk til Ålborg, har vit høvdu leigað eina stóra loftsíbúð. Tíðliga morgunin eftir gekk leiðin til Norðurjútland, har vit vitjaðu Trekronerskolen.

Tey høvdu lagt eina skrá fyri okkum, sum vit høvdu fingið sendandi í góðari tíð. Vit vórðu býtt í bólkar eftir, hvar vit undirvístu mest. Eg, sum skúlaleiðari, gekk ímillum hesar bólkar og fekk eisini gott prát við starvsfólkini og ikki minst skúlaleiðaran.

Vit sótu sum áhoyrarar, meðan undirvíst varð, men vóru vælkomin at ganga runt og práta við næmingarnar.

Skúlin legði dent á týdningin av at laga brotnu tímatalvuna eftir, hvat hóskaði til einastaka flokkin. Tímin byrjaði við, at lærarin hevði eitt upplegg, og so fóru næmingarnir í bólkar at arbeiða. Áhugavert var at síggja, hvussu tey høvdu skipað skúlan við nógvum ymiskum, smáum arbeiðsrúmum til næmingarnar. Hetta kundi í summum førum bert vera smá skot, har tveir næmingar passaðu inn. Eitt, sum vit løgdu til merkis, var, at tey á Trekronerskolen vóru sera ófør at heingja stuttar og greiðar arbeiðsávísingar upp á veggin; hetta varð so skift út, tá tey fóru at arbeiða við øðrum evnum. Eisini var skúlin nógv prýddur við standmyndum, listaverkum og tílíkum, sum næmingarnir høvdu arbeitt við. Hetta varð so eisini skift út alla tíðina, tá tey vóru liðug at arbeiða við einum evni.

Í døgurðasteðginum fingu vit eina góða máltíð og eisini eitt upplegg frá einum lærara um, hvussu tey arbeiddu við brotnari tímatalvu.

Eisini greiddu tey frá nýggju skúlaskipanini, sum er heilt øðrvísi enn okkara. Eitt nú er øll arbeiðstíðin í einum, soleiðis at starvsfólkini kundu verða biðin til vikar í heilum, tí eins og í Føroyum er ofta brúk fyri vikarum av ymiskum orsøkum. Hetta kundi ganga út yvir fyrireikingartíðina, tí øll arbeiðstíðin er jú í einum stórum bólki. Hetta ger so eisini, at tey fáa ikki eyka fyri vikartímar eins og í Føroyum, bert eitt lítið ískoyti.

Arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum vóru sera góðar í báðum skúlunum. Tey høvdu arbeiðsrúm og skrivstovur, størri og smærri. Tí ber væl til hjá teimum at gera alt sítt arbeiði í skúlanum. Tey vóru samd um, at tey hildu seg arbeiða minni nú, tí tá tey komu heim kl. 16, vóru tey ikki liðug við arbeiðið, men tá var arbeiðsdagurin liðugur. Ein avbjóðing hjá skúlaleiðaranum var, at toymini helst skuldu hava glopp í tímatalvuni í senn, so tey kundu halda fundir tá.

Vit vóru samd um, at tað er ikki nakað, sum vit skulu taka til okkum óbroytt.

Mánadagin vóru vit so og vitjaðu Thorup Klim skole. Hetta var eisini ein spennandi skúli, sum partvíst brúkti brotna tímatalvu.

Eisini her vóru vit hugtikin av, hvussu væl tey dugdu at gera arbeiðið á skúlanum sjónligt. Eisini vóru uppsløg, soleiðis at tú beinanvegin, tú komst inn í skúlan, visti, hvat skúlin legði dent á.

Í staðin fyri at seta uppsløg so sum ikki loyvt at renna á gongini, vóru uppsløgini á henda hátt: takk fyri, at tú gongur á gongini, takk fyri, at tú segði góðan morgun …

Hesin skúlin var eisini ein grønur skúli, og tað var áhugavert hjá okkum, tí vit arbeiða miðvíst fram ímóti, at fáa okkara skúla meira grønan.

Umframt skúlavitjanina høvdu vit eisini aðrar hugnaligar løtur saman. Ymiskt var, hvussu áhugamálini vóru, onkur leitaði sær í handlarnar, onnur fóru at hyggja at kirkjum, og fólk gjørdu tað, sum tey høvdu hug til. Vit vóru eisini úti og ótu saman, og har vóru nógv støð at velja ímillum.

Á einum tílíkum túri kemur man at kennast á annan hátt enn í skúlanum og fær prátað um mangt og hvat í friði og náðum. Tað er gott fyri samansjóðingina av starvsfólkahópinum og ikki minst, tá man býr saman í einari íbúð, sum bert hevur eitt baðirúm. Lærarar duga væl at gera skipanir, so tað var skjótt, at eisini ein skipan hesum viðvíkjandi varð gjørd. Tíðin gekk skjótt, og sjálvt um vit bara høvdu tveir arbeiðsdagar, halda vit, at vit fingu heilt nógv burturúr. Seint mánakvøldið flugu vit heim aftur, og týsmorgun møttu vit aftur í skúlanum.

Tann vitanin, sum vit fingu á hesum túri, hevur verið sera góð, nú vit arbeiða við brotnari tímatalvu. Umframt arbeiðsháttin við brotnari tímatalvu var eisini ein rúgva av øðrum hugskotum, ið vit hava brúkt og fara at brúka. Nevnast kann t.d. uppsløg av ymiskum slag, uppgávur, og hvussu tey skipaðu bólkar.

Vit vilja mæla øllum skúlum at gera eina tílíka ferð, eina dannilsisferð. Hetta er gott fakliga, men ikki minst sosialt.

Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla, skrivaði. Til ber at síggja myndir frá ferðini í Skúlablað nr 6, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.