Tíðindi

Lærarahugleiðingar

Hví skulu vit hava ítrótt í hádeild? Hví skulu vit hava tveir tímar í kristni um vikuna? Kundu vit ikki eins væl havt tríggjar tímar í enskum og/ella donskum í staðin fyri fýra tímar? Jacoba Lervig, lærari, skrivar

21.06.2019

Fólkaskúlin er javnan á breddanum og er fyri bæði atfinningum og rósi – stundum. Í seinastuni er nógv tosað um hækkaða tímatalið í hádeild, og hvussu vit kunnu lækka tímatalið, tí skúladagurin er ov langur fyri næmingar. Eisini verður skift orð um lesing og lesikanningar. Øll vita so væl um skúlan og hava hugsanir um skúlan, tí felags fyri øll er jú, at vit hava øll gingið í fólkaskúla einaferð.

Læraranna millum verður eisini mett um og kjakast. Hví skulu vit hava ítrótt í hádeild? Hví skulu vit hava tveir tímar í kristni um vikuna? Kundu vit ikki eins væl havt tríggjar tímar í enskum og/ella donskum í staðin fyri fýra tímar? Kundi hildið á, men má sanna, at tað er gott við nýggju lærugreinini, samfelagsfrøði, ið nú er tveir tímar um vikuna í sjeynda og áttanda flokki og skúlaárið 2019/20 eisini í níggjunda flokki. Hví haldi eg so tað? Jú, tannáringar hava áhuga í nútíðarsamfelagnum, um tað verður borðreitt fyri teimum í skúlahøpi, á teirra støði, saman við teirra líkum, har teir kenna seg í sama báti í síni egnu samtíð – fyri einaferð skyld. Mínar royndir eru, at góð kjak fáast júst í hesi lærugrein, so hetta var ein góð avgerð. Kunningarfakini eru sera neyðug í dagsins skúla, tí næmingarnir lesa minni enn fyrr, men hava tó áhuga í evnum, ið teir vita um bæði úr filmi, tónleiki og av netinum. Tað, at henda vitan verður sett í størri høpi, ger, at hugurin at lesa meira um evnið verður kveiktur. So eftir mínum tykki má ikki takast av søgu- og landafrøðitímunum heldur.

Hví er tað so torført at fáa næmingarnar at lesa ein eldri tekst í føroyskum, donskum ella enskum? Serliga um talan er um longri tekst? Haldi, sjálvandi, at tað er, tí tey ikki lesa so raðið, og tískil missa mótið, men loyvi mær at ivast í, um tað er einasta orsøkin. Tíðarandin er, at ein lesur bara tað, ein kennir seg aftur í onkursvegna, og ein gevur skarvin yvir alt fyri eitt, um teksturin ikki fangar ein. Og hví lesa tey ikki so væl? Sjálvandi tí tey ikki hava nóg nógvar lesiroyndir og teimum sostatt vantar lesiskjótleika og góðar lesivanar. Vit lærarar mugu sostatt hjálpa teimum við at lesa tekstir við teimum, greiða frá orðum og hugtøkum og eggja teimum til, so teir koma gjøgnum tekstirnar. Haldi, tað kennist sum ein sigur, tá ið teir hava nátt málinum. Tað kennist jú altíð sigursælt, tá ið ein megnar okkurt, ein ikki væntaði, at ein fór at klára.

Samanumtikið hava næmingarnir sera langan skúladag. Ja, skúlavikan er í tímatali nærum sum eitt fulltíðarstarv hjá einum vaksnum, og tí má arbeiðast hart og væl í skúlatímunum og í samstarvi við bæði floksfelagar og lærarar. Fólkaskikk og uppaling eiga foreldur at læra børnini, men almenna dannilsinum eigur skúlin at taka sær av. Í skúlanum skulu næmingarnir kveikjast og mennast og sostatt brynjast til lívið eftir fólkaskúlan, um tað er til arbeiðslív, lærupláss, miðnámsskúla, sjólív o.s.fr.

Tað fer altíð at verða tosað um fólkaskúlan, ið øll jú hava eina meining um, men tað er gott, tí so fáa vit bøtt og tillagað hann; samfelagnum til frama.

Klumma í Skúlablað nr 3, 2019, sum júst er komið.

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.