Tíðindi

Lærarafelagið setir sálarliga arbeiðsumhvørvið á breddan

- Vit skulu hava greiðar mannagongdir, sum hava til endamáls at skapa gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, og somuleiðis greiðar mannagongdir og vegleiðingar, tá ið lærari kemur soleiðis fyri, at hann verður sjúkrameldaður orsakað av sálarliga arbeiðsumhvørvinum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

22.06.2020

Stendur tað til Føroya Lærarafelag, hava vit um ikki so langa tíð sett eina tilbúgving í verk, sum tekur við, tá ið lærarar verða sjúkrameldaðir orsakað av strongd og øðrum, ið hevur við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera. Felagið hevur sett skjøtil á arbeiðið at gera mannagongdir og vegleiðingar, tá ið talan er um sálarliga arbeiðsumhvørvið, og í felagnum ætla tey at brúka hetta og komandi ár at arbeiða miðvíst við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Evnisdagur hevur verið fyri álitisfólkunum, har ljós var varpað á ymsar tættir í sálarligum arbeiðsumhvørvi, og tvey fólk í nevndini hjá Lærarafelagnum hava verið á skeiði, sum danska lærarafelagið hevur havt fyri arbeiðsumhvørvisumboðum, tað sum í okkara skúla eitur trygdarumboðum; tey hava kunnað seg við mannagongdir og tilfar, ið danir brúka í sambandi við sálarliga arbeiðsumhvørvið.

- Tað eigur at vera líka vanligt og natúrligt at tosa um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið sum tað fysiska arbeiðsumhvørvið. Vit skulu hava greiðar mannagongdir, sum hava til endamáls at skapa gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, og somuleiðis greiðar mannagongdir og vegleiðingar, tá ið lærari kemur soleiðis fyri, at hann verður sjúkrameldaður orsakað av sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tað er eisini sera umráðandi at gera greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Bispur hevur sagt, at eingin dagur er so myrkur, at sólin ikki rísur í eystri morgunin eftir, og soleiðis er støðan tíbetur eisini hjá lærarum, sum verða sjúkrameldaðir; teir allarflestu koma fyri seg aftur, men fortreytin fyri tí er, at vit hava eina skipan, sum loftar teimum, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Jacob Eli S. Olsen vónar, at tá ið hansara formanstíð er úti á vári 2022, er arbeiðið við vegleiðandi mannagongdunum liðugt.

- Harumframt skulu álitisfólkini verða væl kunnað um týdningin av sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og hvør teirra leiklutur kann vera. Felagið hevur eisini í umbúna at hava økisfundir, har sálarliga arbeiðsumhvørvið verður umrøtt, og somuleiðis samskifti við skúlaleiðslurnar og Skúlaleiðarafelagið um, hvat eigur at verða gjørt. Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er samstarv við Undirvísingarstýrið og Mentamálaráðið um, hvussu vit kunnu vera við til at styrkja arbeiði við sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum. Tað er trupult hjá Lærarafelagnum einsamøllum at flyta hetta fjallið, men saman náa vit langt, og tað vil gagna okkum øllum.

Les samrøðu við Jacob Eli S. Olsen um týdningin av sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlanum í Skúlablað nr 3, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.