Tíðindi

Lonin – ein sólskinssøga

Lonin er partur av sertilboðnum í Suðuroy. Sertilboðið er býtt í 2 eindir, nevniliga Skúlahúsið á Tvøroyri og Lonina í Vágs skúla.

18.02.2020

- Tað eru nú 4 ár síðani, at Emmy Joensen, táverandi stjóri á Sernámi, legði okkum lag á, og gongd kom á. Sertilboðið til børn við serligum tørvi er staðsett í Vági og á Tvøroyri, og ein eind er í skúlunum á hesum støðum. Og samstarvið hevur verið gott, sigur Sølvi Andreasen, toymisleiðari.

- Hetta hevur roynst avbera væl. Næmingarnir trívast væl og fáa væl burturúr. Vit møta næmingunum, har teir eru, og royna at menna teir. Endamálið er, at teir fáa prógv, um møguleiki er fyri tí. Men høvuðsendamálið er heilt greitt, at næmingarnir fáa eina góða skúlagongd við jaligum upplivingum, sum teir við gleði kunnu minnast aftur á.

- Næmingar verða visiteraðir, ella góðkendir, undir skipaðum viðurskiftum, og koma tískil ikki bara í flokkin uttan víðari. Hetta hendir í samstarvi millum førleikastovuna, Sernám, skúlastjóran og toymisleiðaran, sigur Søvi Andreasen, sum leggur afturat, at í Vági varð til dømis byrjað við trimum næmingum, og í dag eru teir fimtan í Lonini í Vági.

Sólskinssøga

Toymisleiðarin er sannførdur um, at tørvur hevur verið á slíkum tilboð, og at hetta tiltak er ein sólskinssøga.

- Teir næmingar, sum hava gingið her, eru sera glaðir fyri skúlagongdina í Lonini, og hetta er av sonnum ein sólskinssøga.

- Mett varð, at tørvur var á hesum, og tað hevur eisini víst seg, at tørvurin var til staðar, og umframt næmingar, so eru foreldur eisini ser glað fyri, at eitt hesin møguleikin stendur teimum í boði, sigur Sølvi Andreasen, toymisleiðari.

Myndin: Sølvi Andreasen, toymisleiðari fyri sertilboðið í Suðuroynni, er her avmyndaður í Lonini í Vági, sum er onnur av tveimum eindum í Suðuroynni – onnur staðsett í Vági og hin á Tvøroyri.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.