Tíðindi/Greinar

13.09.2017

Limafundur í FLE

Hey allir limir í FLE (Føroya Lærarafelag Eftirlønt)

Mikudagin 20. september kl. 14.00 skipar nevndin í FLE fyri limafundi í hølum Føroya Lærarafelags.

Á skránni verður:

1. Farvæl FIRST CLASS og góðan dag til okkurt annað: Hendrik Jacobsen
2. Tiltøk hjá FLE í hesum valskeiðnum

a. Skeið í nýtslu av elektroniskum miðlum?
b. Veitsla í vetur/vár?
c. Útferð fyri limum við makum maj/juni?
d. Opið hús her?

3. Kaffitúrur til Dragan og vitja kjallaran í Kristianskirkjuni?

4. NPT 2017 í Kungälv
5. NPT 2018 í Finnlandi

Innbjóðingin kemur í november. FLE “eigur” 10 pláss. Hvørjar treytir skulu luttakarar uppfylla?

NPT 2018 í Føroyum: Hugskot til skrá o.t. eru vælkomin

Ein drekkamuður og okkurt afturvið verður at fáa.

Heilsan nevndin (Jane Hoydal, Egon Hansen og Páll Poulsen)


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan