Tíðindi

Leygardagin er aðalfundur í Føroya Lærarafelag

Nevndarval er á skránni. Trý valevni bjóða seg fram til tveir nevndarsessir. Á fundinum verður veðurlagsvirðislønin fyri 2024 handað.

18.04.2024

Tórhallur vil Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag og lærari í Skúlanum við Løkin, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur og lærari í skúlanum á Argjahamri, standa fyri vali, og báðir stilla upp aftur. Triðja valevnið er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum.

Á aðalfundinum skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir veljast í nevndina.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag og árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður leygardagin 20. apríl klokkan 10.00 á Hotel Føroyum í Havn. Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins.

Fyrrapartin eru gestarøðarar á skránni umframt handan av veðurlagsvirðislønini. Sum siður er er annar gestarøðarin landsstýrismaðurin við skúlamálum, Djóni N. Joensen. Hin røðarin er Gunnhild Dahl Niclasen, samfelagsfrøðingur og humanvistfrøðingur. Vinnararnir av veðurlagsvirðislønini fyri 2024 verða kosnir, og Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, fer at handa vinnandi skúlanum heiðursbræv.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.