Bloggur

Lestrarhugsanir

Ragnhild Olsen, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar

21.02.2019

Hetta er so mín fyrsti bloggur, og eg havi valt at skriva eitt sindur um, hvørjar hugsanir eg havi gjørt mær sum lesandi. Eg lesi til lærara á øðrum ári, so tað, sum fyllir nógv í mínum lívi í løtuni, er lestrarlívið og tað, sum har til hoyrir, og hvussu man finnur javnvágina, so tíð eisini er til familjulívið. Eg føli meg sera hepna at hava møguleika at útbúgva meg og at búgva í einum landi, har lesandi fáa fíggjarligan stuðul. Tó munnu tað vera fá lesandi, sum ikki stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tey flestu munnu hava okkurt arbeiði við síðuna av, hóast tað ikki verður viðmælt. Tað er nokk bara ein partur av lestrarlívinum, óansæð aldur 😊

Tá man hevur verið úti á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár, og dagliga arbeiðið hevur verið meira og minni einstáttað, er heilin onkursvegna stýrdur til tær somu funktiónirnar. Tá man so fer undir hægri lesnað og knappliga skal lesa eina rúgvu, hugsavna seg og arbeiða við tilfarinum, skriva uppgávur o.s.fr., tá skal heilin knappliga venjast til aftur at verða nýttur, allur sum hann er. Eg eri rættiliga vís í, at hetta er gott fyri okkum menniskju. Júst sum restin av okkara kroppi má venjast, so er heilin gjørdur til at verða nýttur og hildin við líka. Tað er ótrúliga gevandi fyri meg at fáa henda møguleika, nú eg eri blivin eitt sindur eldri. - Eg seti nógv meira prís uppá at hava møguleika at lesa nú, enn eg gjørdi fyrr, tá eg var yngri, og ikki hevði stórvegis royndir frá arbeiðsmarknaðinum.

Í skrivandi løtu eri eg í starvsvenjing í sambandi við, at eg eri á linjuni “Innskúling og skúlabyrjan”. At sleppa í starvsvenjing, og bæði hava møguleika at royna seg, og at kunna eygleiða, hvussu ein annar lærari undirvísir, gevur mær nógv. Tað er gott at kenna til ástøði um læring, undirvísing, menning hjá børnum o.s.fr., men ikki fyrr enn man fær møguleika at royna tað í praksis, ber til at síggja, hvat virkar ella ikki virkar. Eisini haldi eg tað vera fløvandi at merkja, hvussu væl lærararnir taka ímóti okkum, tá vit koma í starvsvenjing. Hóast tit hava nógv um at vera, og tíðin nokk ikki altíð røkkur til alt tað, tit høvdu ætlað tykkum, so geva tit tykkum tíð til at vegleiða og práta við okkum. Vónandi fari eg eisini at vera ein lærari, sum hevur yvirskot, tá tann tíðin kemur.

Tó má eg viðganga, at eg verði eitt sindur fjálturstungin, tá eg hugsi um, at um gott tvey ár fari eg út at arbeiða. Eg føli veruliga, at ein sera stór ábyrgd fylgir við arbeiðnum sum lærari. Hetta er onkursvegna eitt starv, sum aldrin má blíva rutinuarbeiði, sum nógv onnur størv annars ofta verða við tíðini. Sum lærari mást tú alla tíðina síggja einstaka barnið, einstaka næmingin, tíman, lærugreinina o.s.fr. Sjálvandi fær man við tíðini nakrar royndir, sum kunnu geva tær ávísar førleikar og styðja teg í dagliga arbeiðnum, men man má alla tíðina mentalt vera til staðar, og hava yvirskot til hvønn einstakan næming. Ein lærari hevur sera stóra ávirkan á næmingin, bæði fyri skúlabyrjanina hjá barninum og skúlalívið annars. Kanningar vísa, at ein keðilig skúlabyrjan ofta kemur at merkja restina av skúlalívinum hjá barninum. Og hetta er sanniliga nógv at liva upp til! Gott at eg enn havi tvey ár eftir at lesa 😊


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.