Tíðindi

Les gomul Skúlabløð á netinum

Skúlablaðið er nú tøkt at lesa á tidarrit.fo

20.07.2017

Á tidarrit.fo, sum Landsbókasavnið umsitur, ber nú til at lesa Skúlablaðið, frá fyrstu útgávuni, sum var í desember 1930, til seinasta blaðið, sum er lagt út, desember 2014. Ein árgangur verður lagdur afturat hvørt ár.

Tað er Føroya Lærarafelag, sum gevur út blaðið; seinni í summar verður atgongd av heimasíðuni hjá felagnum beinleiðis til Skúlablaðið á tidarrit.fo

Samanlagt hevur Skúlablaðið 85 ár á baki í ár. Fyrsta royndin at geva út eitt fakblað fyri føroyskar lærarar varð gjørd í 1923. Hetta fyrsta nummarið av Føroya Skúlablað var ógvuliga framsøkið og hevði stórar ætlanir, men lærarar tóku ikki undir við blaðnum. Eftir trý nummur, eitt í 1923 og tvey í 1924, datt útgávan niðurfyri. Johan Kallsoy var blaðstjóri og tann einasti, sum skrivaði í blaðið.

Skúlablaðið - soleiðis sum vit kenna tað í dag - kemur á fyrsta sinni út í desember 1930 sum eitt royndarnummar. Árið eftir - í 1931 í januar - kemur fyrsta regluliga blaðið, og kunngjørt verður í blaðnum, at ætlanin er at hava fýra útgávur um árið. Blaðið er komið út síðan, undantikið í 1941 og 1942. Sum skilst í nógvum teimum fyrstu Skúlabløðunum, fingu føroyskir lærarar danska fakblaðið Folkeskolen.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.