Tíðindi

Leiðslur og lærarar mugu tosa betur saman

Tað kemur meiri enn so fyri, at vit hoyra frá lærarum, at lógir og reglur á skúlaøkinum ikki verða fylgdar. Tað eru nógv viðurskifti at seta seg inn í, tá man gerst leiðari á einum arbeiðsplássi. Føroyski fólkaskúlin er onki undantak. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

16.07.2019

Vit hoyra ofta um virksemisætlanir í Lærarafelagnum. Í arbeiðstíðaravtaluni stendur: Skúlaleiðarin skipar arbeiðstíðina í neyvum samstarvi við einstaka læraran. Skúlans leiðsla hevur framvegis evstu ábyrgdina av undirvísingardygdini. Einstaki lærarin og læraratoymið skulu framvegis, alt tað ber til, hava frælsi at skipa arbeiðstíðina innan settar karmar og hava ábyrgd av, at sett mál verða rokkin. Fyri hvønn lærara verður gjørd ein virkisætlan, ið sýnir allar uppgávur hansara.

Vit hoyra alt ov ofta, at leiðslur og lærarar ikki tosa saman um virksemisætlanina. Hetta er ikki í samsvari við sáttmálan, ið sigur at: arbeiðstíðin verður skipað í neyvum samstarvi við einstaka læraran. Tað er stórt spell, at lærarar og leiðslur ikki samstarva um arbeiðstíðina, tí hetta er tað skjalið, ið lærarin hevur at halda seg til fyri at vita, hvørjar uppgávur hann hevur hetta skúlaárið. Um lærarin ikki tosar við leiðsluna um arbeiðstíðina, so kann vera skjótt til, at arbeiðstíð og arbeiðsuppgáva ikki hóska saman.

Seinasta tíðin áðrenn summarsteðgin í ár var heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Tímajáttanin til skúlarnar kom ómetaliga seint. Tí var tíðin at seta størv stutt, tá hugsast skal um, at tá tímatalvan skal leggjast, hevur tað týdning, at leiðslur vita, hvussu nógvar og hvørjar lærarar teir hava til ymisku uppgávurnar.

Hóast tíðarneyð eigur setanin av lærarum at fylgja tí almenna setanarpolitikkinum. Tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin hjá lærarunum, serliga teimum, ið ár eftir ár søkja tíðaravmarkað starv við sama skúla, at setanargongdin fer rætt fram.

Eitt nú eiga tey, ið fáa starv, og tey, ið ikki fáa starv, at fáa boð so gott sum samstundis.

Út frá tí, sum eg hoyri frá lærarum, ið ár eftir ár hava søkt tíðaravmarkað starv við sama skúla, so loyvi eg mær at ivast í, um leiðslurnar hugsa nóg mikið um, hvørja støðu tey seta síni starvsfólk í, tá ið setanarpolitikkur landsins ikki verður fylgdur. Tað kemur meira enn so fyri, at umsøkjarar hoyra umvegis frá øðrum, at onnur eru sett í tað starv, ið tey hava søkt, uttan at tey vita nakað frá leiðsluni, hóast tey dagliga arbeiða á skúlanum.

Tað kann kennast sum ein tíðarkrevjandi uppgáva at gjøgnumganga virksemisætlanir og at arbeiða eftir almenna setanarpolitikkinum, serliga tá tíðin er tepur. Tó ivist eg ikki í, at um tíð verður sett til hesar uppgávur, so hevur tað einans jaliga ávirkan á einstaka skúlan. Vónandi hugsa leiðslur um hetta komandi skúlaár.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.