Tíðindi

Leiðsluparturin í fólkaskúlanum eftirbátur

Mínar royndir síðstu árini hava verið ein kensla av at vera ein fluga í fløsku, sum tuskar runt og sløkkir eld og tekur sær av praktiskum viðurskiftum. Tað sigur Hans Jón Juul Thomsen, fyrrverandi skúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

12.12.2023

Skulu umstøðurnar hjá leiðslunum í fólkaskúlunum vera nøktandi, eiga tær at fáa munandi fleiri tímar enn tær fáa í dag. Tað heldur Hans Jón Juul Thomsen, sum fyrr í ár segði skúlastjórastarvið í Hoyvíkar skúla frá sær. Fyri einum ári síðan fór hann í farloyvi, men eftir nakrar mánaðir í øðrum starvi gjørdi hann av at siga skúlastjórastarvið endaliga frá sær. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, fyrst sum varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í sjey ár og síðan sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla somuleiðis í sjey ár.

- Tann ætlanin, eg legði um morgunin, tá ið eg kom til arbeiðis, helt ongantíð. Skuldi eg fáa alt at hanga saman, mátti eg arbeiða frá tíðliga á morgni hvønn dag til út á kvøldið. Tað orkar mann bara eina tíð. Summi gerast sjúk, fáa strongd, eg valdi at fara, áðrenn tað kom so langt. Eingin vil vera hálvur til arbeiðis, og eingin tolir at síggja eitt barn, sum mistrívist av viðurskiftum, sum tú kanst hjálpa við at bøta. Mínar royndir síðstu árini hava verið ein kensla av at vera ein fluga í fløsku, sum tuskar runt og sløkkir eld og tekur sær av praktiskum viðurskiftum. Tað er sjáldan tíð at tosa um námsfrøðiliga og fakliga menning og eftirmeta, hvørki tá ið talan er um starvsfólk ella skúlan sum heild, og tað er sera trupult at finna tíð til at fylgja viðurskiftum upp, sum verða sett í gongd, sigur Hans Jón Juul Thomsen.

Tað er fyrst og fremst tímajáttanin, ið leiðslurnar fáa at fyrisita skúlan, sum Hans Jón Juul Thomsen fýlist á, í øllum førum tímarnir, sum miðalstórir skúlar fáa. Síðan hann legði frá sær, eru tillagingar gjørdar í leistinum at tilluta tímar, soleiðis at leiðslurnar fáa fleiri tímar yvir trý ár. Eftir skipanini, sum var í gildi síðsta skúlaár, fekk ein skúli á stødd við Hoyvíkar skúla við gott og væl 350 næmingum 3000 tímar til leiðslu; tað vil siga eitt fólk í fullum starvi og eitt í tveirtriðings starvi. Eftir tillagingina er tímatalið vaksið til 3194 tímar hetta skúlaárið, og skúlaárið 2024/2025 og 2025/2026 veksur tað ávikavist til 3367 og 3551 tímar. Hetta merkir, at leiðslan í skúla á stødd við Hoyvíkar skúla fær tað, sum svarar til eitt triðingsstarv aftrat.

- Allur bati bøtir, men hesin batin munar á ongan hátt nóg nógv. Umsitingarligu og námsfrøðiligu uppgávurnar eru so nógvar, umfatandi og tíðarkrevjandi, at ein leiðsla við færri enn tveimum fólkum í fullari tíð á ongan hátt megnar at røkka øllum uppgávunum til fulnar.

Tað er neyvan nakar, sum er ósamdur við fyrrverandi skúlastjóran í Hoyvíkar skúla, sum heldur, at fólkaskúlin er broyttur ógvuliga nógv síðstu nógvu árini, uttan at leiðslutíðin er dagførd samsvarandi. Uppgávurnar í einum skúla í dag kunnu ikki samanberast við uppgávurnar fyri 10-20 árum síðan, heldur hann.

- Tað er í grundini ófatiligt, hvussu nógv uppgávurnar eru vaksnar og øktar. Eftir øllum at døma raðfesta myndugleikarnir ikki at gera umstøðurnar hjá leiðslunum betri. Tíðin, sum leiðslurnar fáa, er ikki broytt í tíðarskeiðnum frá tí, at eg var varastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í 2009, til nú fyri stuttum, og áðrenn tað gingu nógv ár ímillum, at broytingar og tillagingar til tað betra vórðu gjørdar. Tað er rættiliga merkisvert, at myndugleikarnir ikki leggja seg eftir ella vilja gera umstøðurnar hjá leiðslunum betri.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2023, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.