Tíðindi

Leiðin til útbúgving nýtist ikki at vera bein og skjót

Summi hava eina greiða ætlan og vita akkurát, hvat tey skulu, og tað er at gleðast um. Men tað er eisini í lagi at ivast. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

20-07-2021

Hendan yvirskriftin úr seinasta Skúlablaðnum fangaði meg. Greinin er ein samrøða, sum Skúlablaðið hevur við tær báðar Tinu Purkhús og Bergljót Rond, sum eru skúlavegleiðarar á Skúlatrøð í Klaksvík.

Fyri tveimum árum síðani fekk skúlavegleiðingin í fólkaskúlanum játtaðar fleiri tímar, og ein broyting í hesum sambandi var, at skúlavegleiðing frá at hava verið galdandi frá 6. fl. til 10. fl., nú fevnir um 1. fl. til 10. fl. Í greinini verður eisini víst á, at sjálvt um skúlavegleiðing hevur verið fastur táttur í fólkaskúlanum í fleiri ár, er eingin almenn allýsing gjørd av uppgávuni hjá skúlavegleiðarunum. Skúlavegleiðarar hava eina kunngerð frá 2010 at halda seg til, og henni tørvar at verða dagførd.

Í samrøðuni tosa tær um skúlavegleiðarauppgávuna, og hvørjar avbjóðingar tær møta í starvinum sum skúlavegleiðarar. Tá ið tær tosa við næmingarnar, leggja tær dent á, at tað er í lagi, um næmingarnir ikki rættiliga vita, hvat teir ætla, tá ið fólkaskúlin er liðugur. Hetta ljóðar ógvuliga skilagott, haldi eg.

Tí eg rokni við, at næmingar fáa spurningin um, hvat teir ætla eftir lokna skúlagongd óteljandi ferðir. Svarið hjá næmingunum upp á spurningin er sjálvandi eisini rættiliga ymiskt. Onkur fer á miðnám, onkur fer at arbeiða, onkur annar fer at læra, og kanska fer onkur okkurt heilt annað. Og so eru tað eisini sjálvandi fleiri, sum yvirhøvur ikki vita, hvørja leið tey skulu fara. Og tað er einki sjáldsamt í tí. Kanska heldur bara natúrligt, at ein sum 16-17 ára gamal ivast eitt sindur.

Tí leiðin til útbúgving og arbeiði er ikki altíð skjót og snórabein. Summi hava eina greiða ætlan og vita akkurát, hvat tey skulu, og tað er at gleðast um. Men tað er eisini í lagi at ivast og at brúka eitt sindur av tíð til at koma fram til, hvønn veg ein skal fara. Møguleikarnir hava helst ongantíð verið so nógvir sum nú, og av tí sama er allarhelst rættiliga trupult hjá næmingum at velja, kann eg ímynda mær.

Tað sigur seg sjálvt, at tað er gott at gera sær nakrar tankar um framtíðina, men tað er so nógv í tíðini, vit liva í, sum hálar í tey ungu úr øllum ættum, og tað verður væntað alt ímillum himmal og jørð av teimum. Tey føla ofta eitt trýst uttanífrá, sum í ringasta føri kann ávirka sálarheilsuna. Tey skulu skulu finna seg til rættis einum heimi, sum ikki er bara bara. Ofta verður havt á munni, at ung hava allar hugsandi møguleikar, og tað er kanska rætt, men tað er yvirhøvur ikki lætt fyri tað. Lærarar, foreldur og avvarðandi royna at skilja tey og tann talgilda heim, tey vaksa uppí, men eg veit ikki, hvussu nógv vit í veruleikanum skilja.

Saman við hinum lærarunum røkja skúlavegleiðararnir sostatt eina týðandi uppgávu, og, sum so nógv annað í fólkaskúlanum, má tann uppgávan ikki undirmetast.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.