Tíðindi

Landsroyndir ónýtiligt námsfrøðiligt amboð

Størsti trupulleikin við landsroyndunum er, at undirvíst verður eftir teimum, og at tær eru ónýtiligar sum námsfrøðiligt amboð, heldur Jacob Eli S. Olsen.

08.12.2022

- Landsroyndirnar eru av fyrstantíð eitt eftirlitsamboð hjá myndugleikunum, tær hóska seg ikki sum námsfrøðiligt amboð hjá skúlunum, og tað eru tær upprunaliga heldur ikki ætlaðar til. At landsroyndirnar leggja seg so tætt upp at námsætlanunum, er eisini ein stórur bági, tí ofta verður undirvíst neyvt upp til tær, og næmingarnir brúka nógva tíð at venja til landsroynd. Lærarar kenna seg noyddar at venja næmingar til at klára seg væl í landsroynd, og tað er ikki meiningin við undirvísingini. At venja landsroynd er ikki góð undirvísing, tí tá missa vit pláss fyri arbeiðsháttum og evnum, ið geva næmingunum varandi vitan. Meiri tú venur landsroynd, verri klárar tú teg í PISA, tí PISA leggur upp til tað øvuta av tí, sum landsroyndin leggur upp til, nevniliga at fáa næmingarnar at vísa, hvussu teir duga at nýta fakið í ymiskum viðurskiftum í lívinum og gerandisdegnum.

Landsroyndirnar hava eina reglugerð, sum sigur, hvussu tær skulu verða brúktar. Har verður eitt nú ásett, at foreldur skulu verða kunnað um miðalúrslitið av landsroyndini hjá barninum, umframt um miðaltalið fyri skúlan og fyri landið.

- Okkum nýtist ikki eina landsroynd at kunna foreldur um fakliga støðið hjá barninum, tí foreldur fáa javnan at vita, hvussu tað gongur børnum teirra í skúlanum. Harafturat verður sagt í reglugerðini, at skúlaleiðarin saman við lærarunum skal viðgera úrslitið. Men hetta verður lítið nýtt, tí tað eru onnur og betri amboð enn landsroyndin, ið geva eina nógv sannari mynd, sum longu verða brúkt til hetta, so sum lesiroyndir og støðuroyndir í rokning. Sambært kanning siga skúlaleiðarar, at teir ikki viðgera landsroyndirnar saman við lærarum, júst tí at tær ikki eru nóg gott amboð.

Eini onnur viðurskifti, sum lítið verður gáað um í orðaskiftinum um landsroyndirnar, eru, at tær órógva meiri, enn væl er, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Tær órógva læraran, tí hann onkursvegna kennir seg noyddan at venja næmingarnar fram ímóti landsroyndunum, hóast hann veit, at teir einki fakliga fáa burtur úr tí; teir órógva eisini skúlan, sum skal brúka orku til landsroyndirnar. Haraftrat órógva teir ikki so fáar næmingarnar, sum hava tað ringt við krøv og væntanir. Fleiri næmingar fáa tað, sum minnir um angist, undan landsroynd.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.