Leys størv
Sumbiar skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv vegna barsilsfarloyvi, frá 3. januar til og við 21. juni 2024.
Talan er um fulltíðarstarv.
Okkum tørvar ein lærara at undirvísa í náttúru & tøkni, støddfrøði, enskum, søgu og ítrótti/svimjing.
Førleikakrøv: Læraraprógv.
Onnur, sum ikki hava lokið læraraprógv, eru tó vælkomin at søkja. Um eingin umsøkjari lýkur førleikakrøvini, kunnu skikkaði ófaklærd fólk verða sett.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir hjá lærarum eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2.
Starvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Tad verður væntað av umsøkjarum, at tey
eru væl fyri fakliga
eru røkin, nærløgd og stundislig
eru fyrikomandi og hava ein positivan hugburð
eru samvitskufull og álítandi
duga væl at samstarva
duga væl við børnum
Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, skeiðum, CV og møguligum viðmælum, skulu vera Sumbiar skúla í hendi í seinasta lagi ónsdagin 27. nov 2023 kl 12:00, og skulu sendast til teldupost adressu: sum@sumbiarskuli.fo
Meir fæst at vita um starvið og um skúlan við at venda sær til Guðruna í Líðini á tlf 37 06 66.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.