Leys størv
Lærarastarv lýst leyst at seta frá 1. mars:
Starvið er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2020/2021 vegna serligar umstøður. Starvið er fulla tíð.
Søkt verður eftir lærara, sum
• hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
• sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
• er fyrikomandi
• dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
• er stundisligur og nærlagdur
• hevur góðan KT-førleika
Fuglafjarðar skúli hevur tørv á lærara, ið hevur linju/serkunnleika í støddfrøði, søgu og samtíð, landalæru, samfelagsfrøði, alis- og evnafrøði og lívfrøði. Harumframt er tørvur á lærara, ið kann átaka sær leiklut sum flokslærari í hádeildini.
Førleikakrøv
Útbúgving: Fólkaskúlalærari.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at viðkomandi, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. mars. kl. 12.00.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.
Í Fuglafjarðar skúla eru 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 32 lærarar, 1 skrivari, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.