Leys størv
Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðingi ella hjálparfólki til serskúlatilboðið Pallin í
Sørvágs skúla.
1 lærara í fast fulltíðar starv frá 1. august 2023
1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24. Setanarbrot umleið 0,80.
Ein fyrimunur er, at umsøkjarar hava royndir við serskúlatilboði.
Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálvi í samstarvi við allar partar.
Í tøttum samstarvi við foreldrini er tilboðið nógvum næmingum at gagni.
Lærarin eigur at hava førleika í at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.
Tey, ið sett verða skulu:
• Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Hava áræði at taka ábyrgd
• Duga at samstarva í toymum
• Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Námsfrøðingurin ella hjálparfólki, ið sett verður, er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla,
Skúlavegur 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. juni 2023 kl.00.00
_________________________________________________
Í Sørvágs skúla ganga uml. 165 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.
Sí heimasíðu skúlans sørvagsskuli.fo Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.