Leys størv
Eitt tíðaravmarkað fulltíðar lærarastarv er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2022 at rokna.
Søkt verður eftir lærara, sum:
hevur læraraútbúgving
undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
dugir at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
er við til áhaldandi at menna skúlan
er stundisligur og nærlagdur
tolir broytingar
hevur góðar KT-førleikar
Okkum tørvar:
lærara, sum kann undirvísa í: støddfrøði í innskúling, náttúru-og tøkni, enskum í hádeild, dreingjaítrótti og svimjing
lærara, sum vil átaka sær flokslæraraleiklut
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 4. juli kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast í tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.