Leys størv
Kvívíkar skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv frá 03.01.2023 – 20.06.2023. Lønarbrotið er 1,0.
Um skúlan
Kvívíkar skúli liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna urtagarð, har vit m.a. hava sett epli, røtur, rabarbur og hyllitrø niður.
Í skúlanum ganga 61 næmingar og eru vit 8 starvsfólk. Skúlin er 4 flokkaður við næmingum frá 1. til 7. flokk, og fara næmingarnir eftir hetta til Havnar at ganga í 8. og 9. flokki.
Vit søkja eftir tær, sum:
* hevur læraraprógv, og hug og hegni at undirvísa í vanligu lærugreinunum í barnaskúlanum. Tað kann vera ein fyrimunur at hava linjulestur og/ella royndir í donskum, føroyskum sum annaðmál ella innan serøkið, men er hetta eingin treyt.
* vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
* er ábyrgdarfullur, fyrikomandi og samstarvssinnaður
* undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans og vera við til áhaldandi at menna skúlan
Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. desembur 2022 kl. 12.00. Samrøður verða hildnar í viku 50. Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, fyrstalærara á kvi@skulin.fo og merkt ”starv”. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rudi Olsen á tlf. 292422
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.