Leys størv
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv, frá 27. november til og við 21. juni 2024.
Talan er um starvsbrøk uml. 0,85.
Okkum tørvar ein lærara at undirvísa í støddfrøði í grunddeild, ítrótti/svimjing í miðdeild og at lesa miðfirraðar/sertímar í grund- og miðdeild og møguliga í serflokki.
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
- eru samstarvs- og virkisfús,
- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við
- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning
- duga væl at samstarva.
- Hava KT-førleikar á brúkarastøði
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Tann, sum verður sett/settur fer at undirvísa í støddfrøði (tvílæraraskipan), ítrótti og undirvísa børnum við serligum tørvi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur útbúgving innan serøkið og/ella hevur royndir innan hetta økið.
Starvið kann verða sett sum hjálparfólkastarv.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett, tíðaravmarkað starv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Starvið eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Setanarbrøkurin til tíðaravmarkaða lærarastarvið er uml. 0,8.
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 24.11.2023 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:
Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 17
FO 100 Tórshavn
Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo
Merkt: umsókn lærari
Nærri fæst at vita um starvið á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran,
Eyðnu Magnussen tlf. 214755
Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2023/24 umleið 580 næmingar í 1.-10.flokki. Í skúlanum arbeiða 65-70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.
Vit leggja vit dent á: At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum. At arbeiða innovativt, og at yvirskriftin til alt okkara virksemi er: Hug at læra. At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi. At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.