Leys størv

Lærarastarv í Eysturskúlanum

Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja skjótast gjørligt til 27. Juni 2019

Førleikakrøv: 

Skúlanum tørvar lærara, sum skal undirvísa í grund- og miðdeild í lærugreinunum, danskt, søgu, kristni og handverk og list. Viðkomandi skal eisini kunna undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 –29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

At arbeiða í einum lærandi felagsskapi

At arbeiða innovativt

Í felagsskapi at menna okkum fakliga og sosialt

At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

Søkt verður eftir lærara sum:

Hevur læraraútbúgving

Dugir væl at samstarva og samskifta

Áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan

Dámar avbjóðingar

Setir tollyndi í hásætið

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. oktober 2018 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til eyddis.eidesgaard@skulin.fo

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á

tlf. 302540


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.