Leys størv

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2023-2024

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2023 at rokna:

• Trý føst fulltíðarstørv

• Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal skúlaárið 2023-2024

• Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,7) skúlaárið 2023-2024

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2023

Søkt verður eftir lærarum, sum:

• Hava læraraútbúgving

• Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

• Duga at samstarva og eru fyrikomandi

• Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum

• Eru við til áhaldandi at menna skúlan

• Eru stundisligir og nærlagdir

• Tola broytingar

• Hava góðar KT-førleikar

Okkum tørvar:

• Lærarar, sum kunnu undirvísa í: Støddfrøði í innskúling, føroyskt í innskúling, enskum í hádeild, alis- og evnafrøði, náttúru-og tøkni, dreingjaítrótti/svimjing, smíð og tónleiki

• Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleikar í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Læraralesandi, sum fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja størvini.

Skúlin á Giljanesi | á Giljanesi 2 | 360 Sandavágur | sag.fo | sag@skulin.fo | +298 344424 +298 794424 2

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Barnaváttan er kravd.

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 29. mai kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Finnur Joen-Jacobsen á tlf. 794426.

Um skúlan: Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi, og 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.